Henda myndin hevur herja í donskum, norskum og svenskum miðlum seinastu dagarnar. Hendan myndir avdúkar, at H&M brúkar teldugjørdar kvinnur til at reklamera fyri teirra undirklæðum.
Vit mugu við hesum staðfesta, at sjálvt modellirnar hjá H&M ikki megna at liva upp til tey krøv, sum mótaheimurin í dag ásetur.
Í nýggjastu undirklædnakollektiónini hjá H&M vísir mótagiganturin ymiskar kvinnur í undirklæðum, men kroppurin hjá hesum kvinnum er ivasama eins, og sambært eitt nú bt.dk eru hesar kvinnur ikki til.
-Talan er ikki um veruligar kvinnur. Tær eru teldugjørdar. Vit taka eina mynd av klæðunum á dukkum, og síðani fáa dukkurnar eitt veruligt andlit við hjálp frá einum telduprogrammi, sigur miðlatalsmaurin hjá H&M, Håcan Andersson við svenska blaðið Aftonbladet.
Avdúkingin hevur elvt til kjak í Norra, Danmark og Svøríki.
- Hetta vísir ógvuliga væl hvørji ómøgulig kropslig krøv vera sett til kvinnukroppin. Krøvini er so stór, at H&M ikki kann finna eina kvinnu, sum hevur andlitið og kroppin til at selja teirra undirklæði, sigur Helle Vaagland, programleiðari hjá NRK við norska blaðið VG.