Hæddarlop á Tórsbreyt

Fyri fyrstu ferð síðani 2002 og fyri fyrstu ferð nakrantíð á Tórsbreyt, var leygardagin skipað fyri kapping í hæddarlopi

Frælsur ítróttur: Um vikuskiftið skipaði Hvirlan aftur fyri einari av sínum opnu kappingum, og hesa ferð var kappast í hæddarlopi, kúluvarpi og renning á 200 og 800 metra teinunum.
Serliga merkisverd var kappingin í hæddarlopi, tí hetta er fyrsta kappingin í hesi grein, síðani Frælsur Ítróttur Føroya var sett á stovn í 2002, umframt at hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at kappast var í hæddarlopi á Tórsbreyt.
Og júst í hæddarlopi vísti tað seg, at ein av ungu monnunum í bólkinum 16-17 ár, Trygvi Laksáfoss, veruliga gjørdi vart við seg. Hann stóð seg best av teimum sjey, ið royndu at koma upp um bummin, og honum eydnaðist at koma upp á ein metur og 63 sentimetrar, sum er bara 12 sentimetrar frá føroyska metinum hjá monnum.
Hetta er í allar mátar merkisvert, tí hæddarlop er ein tekniskt krevjandi grein, og tá Trygvi megnar at koma so nær føroyska metinum hjá teimum vaksnu, er væl lítið at ivast í, at tað metið skjótt stendur fyri falli. Rógvi Højgaard kom upp á somu hædd sum Trygvi, men so skal eisini sigast, at Rógvi er ellivu ár eldri.
Í kúluvarpi gekk eisini væl, tí ikki færri enn tíggju av teimum tólv, ið royndu seg, kundu fara heimaftur við persónligum meti. Tann, ið fekk mest burturúr, var tó Helgi Geyti, sum í bólkinum dreingir 16-17 ár megnaði at varpa fimm kilo tungu kúluna út á 10,97 metrar.
Eisini hjá teimum yngru stóð Marita K. Petersen seg væl. Hon kappast í bólkinum gentur 12-13 ár, har kúlan vigar tvey kilo, men henni eydnaðist at varpa hana út á 7,46 metrar.
Úrslitini frá kappingini kunnu annars síggjast á www.hvirlan.fo, har tað eisini ber til at fylgja við í, hvussu verður við komandi kappingin. Tann næsta opna kappingin hjá Hvirluni verður tann 24. apríl, men enn er ikki greitt, hvørjum greinum, kappast verður í.