Høgættin er góð fyri róðurin í Sandavági

Umstøðurnar tykjast fara at vera av teimum bestu, tá ið
næstsíðsti FM kappróðurin í morgin verður á Vestanstevnu í Sandavági

Næstsíðsti FM kappróðurin í ár verður á Vestanstevnu í morgin. Hesa ferð er stevnan og harvið kapp­róðurin í Sandavági.
Tað hevur viðhvørt verið sett spurnartekin við Sandavág róðrar­øki. Víst hevur verið á, at tað ikki er serliga heppið, at kappingin um FM verður hildin í øki, har tað er møguleiki fyri, at havalda skal arga og harvið ávirka, hvussu tað vignast hjá væl vandum og trimm­aðum manningum.
Spurningurin hevur áður verið viðgjørdur í Róðrarsambandinum, og tá varð avrátt, at um tað ikki verður mett ráðiligt at rógva í Sandavági, so skal róðurin í staðin vera í Miðvági.
Vestanstevna er í Sandavági triðja hvørt ár, og higartil hevur ikki verið neyðugt at kappast aðra staðni enn í Sandavági.
Hesa ferð spæla veðrið og um­støðurnar annars orduliga við, og tí er tað heilt víst, at kappróðurin á Vestanstevnu í morgin verður í Sandavági, og at umstøðurnar at rógva og kappast verða av teimum bestu.
Hansina á Plógv er formaður í róðrardeildini hjá SÍF, og hon greiðir soleiðis frá:
– Høgættin er góð í Vágum, og her í Sandavági hevur tað verið púra stilt nú í fleiri vikur. Tað hevur verið ein vøkur sjón at sæð fleiri kappróðrarbátar í fleiri litum venja her á vágni í hesi vikuni. Hann hevur verið norð­an, og onkra løtuna hevur hann verið landnyrðingur. Hann sigur sama veðrið leygardagin, og har­við verður lítla lotið – um tað yvir­høvur verður nakar vindur – beint ímóti, og tað boðar frá góðum um­støðum.
Tit hava góðar royndir við róðr­inum í Sandavági?
– Tríggjar tær seinastu ferð­ir­nar hevur tað gingið stak væl. Fyri tólv árum síðani var tað lágætt, og tá var tað, at tað varð hildið, at havaldan argaði. Hesa ferð verður eingin trupuleiki. Eitt er, at tað er høgætt. Eitt annað er, at tað verður streymloysi í morgin. Tað ber við sær, at vánirnar eru góðar fyri, at umstøðurnar verða so góðar, sum tað ber til, sigur Hansina á Plógv, sum í mong ár hevur verið ein av eldsálunum í kappróðrinum í Sandavági.

Panorama
Tað var tann tíð, tá ið tað varð kapp­ast á bæði 2000 og 1500 metrum í Sandavági. Nógvu tey sein­astu árini hevur bara verið kappast á 1000 metrum á sama hátt, sum tað aðra staðni, har tað áður hevur verið kappast á longu teinunum, nú bara verður róð á stutta teininum. Her verður hugs­að um eitt nú Vestmanna, Miðvág og Vág.
Tað eru nógvir aliringar á Sanda­vági. Onkrir liggja innanfyri start­málið, men tað verður eingin trupulleiki í morgin, tí teir verða fluttir í dag. Seinastu árini hevur fasti starturin verið knýttur fastur í aliringarnar, og soleiðis verður tað eisini í morgin. Hetta hevur rigg­að ógvuliga væl.
Fyri áskoðararnar er róðrarøkið í Sandavági rættuliga vinarligt. Tað ber væl til at fylgja róðrinum frá startskotinum og fram til síðsta takið í endaspurtinum.
– Giljanes megin eru tað altíð nógvir bilar og nógvir áskoðarar, og har er útsýnið rættuliga gott. Bátarnir verða flotaðir í báta­hyl­inum hinumegin, og saman við kappróðrarmanningunum halda fleiri til tí megin, sigur Hansina á Plógv.

Luttøkan úr Vágum
Sørvágur, Miðvágur og Sandavágur eru felags um Vestanstevnuna, sum skiftir ímillum tær tríggjar bygd­irnar. Bygdirnar hava luttikið nógv í kappróðri, og tað vera fleiri bátar við úr Vágum í morgin.
Úr Sandavági luttekur Ørnin við gentumanning og 6-mannafarið Skúgvur við monnum:
– Teir venja við Skúgvi á Argjum. Tað eru bæði argjamenn og vága­menn umborð á honum, og hann er tilmeldaður at umboða Sanda­vág og SÍF, so vit kenna hann sjálvandi at umboða okkum, sigur Hansina á Plógv.
Sørvingar plagdu at taka lut við 8-mannafari og 6-mannafari um­framt 5-mannaførunum Dúgvan og Súlan. Nú luttekur eingin bátur úr Sørvági. Miðvingar eiga fimm bátar. Í morgin luttaka tríggir – FM favoritturin Miðvingur, Riddarin og Frúgvin.
– Her vesturin er tað sum allar aðra staðni soleiðis, at bátarnir verða mannaðir við rógvarum ymsa staðni frá. Í ár er Ørnin mann­að við einari gentu úr Sør­vági, tveimum úr Miðvági og fýra úr Sandavági, sigur Hansina á Plógv, formaður í róðrardeildini hjá SÍF.