Høganesvegur bindast í landsvegin

Avtala er nú gjørd millum Runavíkar kommunu og Nes kommunu, sum eitt nú ber í sær, at møguleiki verður at binda Høganesveg í landsvegin og harvið at koyra beinleiðis inn til Runavíkar.

Tað veit heimasíðan hjá Nes kommunu at siga í dag.

- Vit hava leingi arbeitt við ætlanum um at fyrireika útstykking av byggiøki til bústaðarbygging frá Høganesi og oman ímóti býlinginum í Rókini. Ein av fyritreytunum fyri hesi ætlan er, at møguleiki skal verða fyri íbinding av Rókavegi í landsvegin vestan fyri Skúlan við Løkin.

Nes kommuna sigur, at grannakommunurnar nú hava gjørt avtalu, sum millum annað ber við sær, at hetta kann gerast veruleiki. Avtalan ber eisini við sær, at Runavíkar kommuna fær loyvi at leingja Blikagøtu, sum liggur tvørtur um kommunumarkið í býlinginum omanfyri Ellisheimið, har raðhús eru bygd, og hildið verður fram við bygging.

- Avtalan ber haraftrat við sær, at kommunurnar í felag gera uppskot um, hvussu ein møgulig útbygging av ítróttarøkinum við Løkin kann gerast, so tað gerst rúmligari og vakrari á báðum áarbakkunum.

Ferðslan frá Høganesvegi og ætlaðu nýbyggingini innanfyri Høganes verður leidd inn á Rókavegin í einari frástøðu, sum í minsta lagi verður 50 metrar frá skúlabygninginum.

- Høganesvegur, sum gongur úr Oyrunum og inn undir Høganes, varð gjørdur í áttatiárunum í sambandi við ætlanina hjá IRF at byggja brennistøð við Høganes. Ætlanin varð seinni slept, og vegurin er nú høvuðsvegur í størstu útstykkingini í Nes kommunu - í tí býarpartinum sum verður nevndur Undir Nesinum.

Tað er soleiðis, sigur Nes kommuna, at øll ferðslan til og frá hesum býarpartinum og øll ferðslan, eitt nú til og frá Svangaskarð,i verður leidd oman í Oyrarnar, áðrenn tað ber til at snara inneftir.

- Avtalan millum grannakommunurnar ber við sær, at tað nú verður møguleiki fyri, at ferðslan í framtíðini ikki nýtist at fara út á landsvegin í Oyrunum, áðrenn snarað verður inneftir.

Tað eru borgarstjórarnir í kommununum báðum, Magnus Rasmussen í Runavíkar kommunu og Jóhannus Danielsen í Nes kommunu, sum hava undirskrivað avtaluna.

Á fundi mánakvøldið 15. apríl tók bygdarráðið í Nes kommunu undir við avtaluni, sum eisini er samtykt í Runavíkar kommunu. Nú er tað upp til kommmunurnar báðar at fáa neyðugu myndugleikaloyvini at fara undir arbeiðini.

- Nú eru formligu viðurskiftini viðvíkjandi Høganesvegi og at knýta hann í landsvegin á Rókalandinum avgreidd. Nær arbeiðið verður gjørt, er ikki greitt enn. Tað valdast um fíggjarligu orkuna, raðfestingina í mun til so nógvar aðrar avbjóðingar, og um tað kanska verður møguleiki fyri at fremja hesa íløgu saman við øðrum íløgum, sigur Nes kommuna.

Tað verður nakað uttan fyri Skúlan við Løkin í Runavík, at vegurin Undan Nesinum í framtíðini verður bundin í landsvegin.