Høgi oljuprísurin: Hvørjar eru avleiðingarnar?

Føroyar standa framman fyri størstu avbjóðingini í sera nógv ár. Heili 95 prosent av allari orkunýtsluni í Føroyum stava frá olju, og fjórða hvør króna, vit brúka uppá innflutning til Føroyar, verður brúkt til olju. Tí er uppgávan at leggja um frá olju til aðrar orkukeldur risastór, Hækkandi oljuprísum skapar í stóran mun vinnara- og taparalond. Komandi árini fara at vísa, um Føroyar vinna ella tapa

2. partur

 

 

 

Matvøruprísin farin upp

Umframt hækkandi útreiðslur til olju til upphiting og flutning, er ein beinleiðis avleiðing av hækkandi oljuprísum, at matvøruprísirnir eisini eru hækkaðir. Hetta leggur stórt trýst á húsarhaldini.

Fyri hvørja kaloriu av mati vit seta á borðið heima hjá okkum sjálvum, eru 17 kaloriur av oljuproduktum brúktar til at fáa tað einu kaloriuna av mati framleidda og flutta til okkara borð. Hetta kann tykjast undarligt – vit kunnu illa ímynda okkum at ein veiðumaður í steinøldini skuldi brúka 17 kaloriur av orku fyri at kunna fáa eina kaloriu av mati – hann hevði skjótt doyð í hungri.

Orsøkin til hesa margháttligu sannroynd er, at í øllum liðum í framleiðsluni av mati liggur ein stór orkunýtsla av oljuproduktum. Í fiskiskapi er hetta lætt at síggja – hvussu nógvar túsund litrar av olju verða ikki brúktar á einum fiskitúri hjá einum lemmatrolara? Hetta er eisini orsøkin til, at vit hoyra um lemmatrolarar sum eru í trupuleikum orsakað av hækkandi oljuprísum. Eingin ivi er um, at lemmatrolararnir eru ikki einasti skipabólkur við tílíkum trupuleikum.

Fyri aðrar matvørur kunnu líknandi roknistykkir setast upp. Fyri tað fyrsta er kunsttøð framleitt úr natúrgassi, pestisidir eru framleidd úr olju, amboðini í landbúnaðinum eru drivin av olju, flutningurin av vørunum er í oljufýrdum trailarum ella oljufýrdum køliskipum, pakningurin er úr plasti, sum er framleitt úr olju og fyri at fara til handilsmannin fyri at keypa matin seta vit okkum inn í okkara egna bil – sum er drivin av olju!

Tá oljuprísurin fer upp, fer kostnaðurin av at framleiða og flyta matvørur sostatt eisini upp – hetta er fyrsta orsøkin til at hækkandi oljuprísur merkir hækkandi matvøruprísir.

 

Framleiðslan av olju úr korni

Hitt sambandið millum hækkandi oljuprísir og matvøruprísir er, at so hvørt sum oljuprísurin hækkar, verður tað alt meiri áhugavert at framleiða oljuproduktir úr alternativum til traditiónellu oljuframleiðsluna – serliga etanol og bio-olju.

Til hesar framleiðslur krevst stórar nøgdir av majs ella líknandi lívrunnum tilfari og harvið økist eftirspurningurin eftir vørum, sum antin kunnu nýtast til oljuframleiðslu ella matframleiðslu.

Kappingin um kornið gerst tí harðari og harðari og tískil hækkar prísurin eisini.

Hetta er onnur orsøkin til at hækkandi oljuprísir elva til hækkandi matvøruprísir.

 

Aðrar vørur eisini dýrari

Av tí at elektrisiteti í Føroyum í stóran mun er framleitt úr olju, koma hækkandi oljuprísir eisini at merkja hækkandi el-prísir. Hetta sóu vit longu á nýggjárinum, tá el-prísirnir hækkaðu 10 oyru.

Matvørurnar, oljan og elektrisitetið eru stórur partur av húsarhaldsútreiðslunum. Vit hava vænt okkum við, at hesin parturin hevur verið minkandi seinastu mongu árini, men í komandi árum mugu vit rokna við, at parturin fer at økjast, tí hesar vørurnar verða dýrar.

Eisini aðrar vørur fara at gerast dýrari – flogferðsla, skipaferðsla og aðrar vinnur, ið brúka nógva olju gerast sjálvsagt eisini dýrari. Tá oljan dýrkar, verður tað eisini dýrari at flyta vørur úr Kina og øðrum londum til okkum. Samanumtikið mugu vit tí rokna við, at meðan vit áður hava vænt okkum við støðugt bíligari vørur fara prísirnar antin at standa í stað ella at vaksa – ein heilt onnur verð enn tann vit eru von við!

 

Vinnara- og taparalond

Ein stórur partur av tíðindunum, vit dagliga hoyra um, eru beinleiðis fylgjur av hækkandi oljuprísunum og av avmarkaðu nøgdini av olju á marknaðinum.

Kampurin um at fáa hendur á oljuni hevur eisini fingið skjótt vaksandi búskapirnar í Asiu, Kina og India, til rættiliga at fara út á heimsmarknaðin – í harðari kapping við USA og Vesturheimin. Støðan er tí rættiliga spent millum eystur og vestur á hesum økinum – hetta sást m.a. tá kinverska felagið CNOOC ætlaði at keypa Unocal, sum er eitt stórt oljufelag í USA.

Eingin ivi er um, at ein av orsøkunum til innrásina í Irak var oljan. Hugo Chavez er vorðin ein maktfaktor í verðini í dag orsakað av oljuni og oljuprísinum – eins og OPEC longu hevur verið tað í mong ár og fer at vera tað enn meiri í komandi árum. Norra er eisini ein sera rík tjóð í dag og Rusland er í ferð við at styrkja munandi um valdið, sum beinleiðis fylgja av olju- og gassprísunum. Soleiðis er avmarkaða nøgdin av olju og høgu oljuprísirnir við til at skapa vinnarar í heimssamfelagnum.

Taparalondini eru serliga oljuinnflytaralondini – og her serliga tey sum frammanundan hava veikar búskapir. Nógv lond í Afriku eru sera illa fyri í dag og merkja sera nógv til hækkaðu oljuprísirnar.

 

Føroyar vinnara- ella taparaland?

Stóri spurningurin fyri okkum er sjálvsagt, um Føroyar verður eitt vinnara- ella taparaland í hesum spælinum?

Um olja verður funnin við Føroyar í rakstrarverdum nøgdum, vil landskassin og samfelagið fáa eina stóra peningainnspræning – oljuprísurin verður jú sera høgur og inntøkan hareftir.

Trupuleikin er tó, at tað neyvan verður nøkur framleiðsla fyrstu 10 árini. Tvs. at óansæð um olja verður funnin ella ikki, mugu vit tillaga samfelagið til høgu oljuprísirnar, sum longu í dag leggja stórt trýst á vinnulívið, húsarhaldini og alt samfelagið sum heild.

Árinini av høga oljuprísinum síggjast m.a. á handilsjavnanum. Vanliga hevur innflutningurin av olju ligið millum 5 og 10 prosent av samlaða innflutninginum av vørum. Í dag liggur oljuinnflutningurin á uml. 25 prosentum – tvs. fjórða hvør króna vit brúka uppá innflutning til Føroyar, verður brúkt til oljuna.

Um oljuprisurin tvífaldast í komandi árum, sum øll tekin eru um, vil innflutningurin av olju verða enn størri partur, møguliga út við helmingurin av øllum innflutninginum.

Sostatt eru nógv tekin um, at um einki verður gjørt, eru útlitini ikki bjørt fyri búskapin komandi árini. Vit hava tí eina stóra uppgávu fyri framman – vit mugu leggja alt samfelagið um frá oljuni til aðrar orkukeldur.

 

Ein stór avbjóðing

Í míni verð er talan um so stóra avbjóðing, at eg meti av hetta er størsta avbjóðingin føroyska samfelagið hevur komandi 15 árini. Djúpdin av avbjóðingini sæst m.a. við, at meðan onnur lond hava nógvar ymiskar orkukeldur, sosum kol, natúrgass, kjarnorka, vindmyllur o.l., og tí einans nýta oljuna til uml. 40 prosent av orkunýtsluni, er oljan tann orkukeldan, sum letur 95 prosent av allari orkunýtsluni í Føroyum. Uppgávan at leggja um frá oljuni til aðrar orkukeldur er tí risastór, men má og skal kortini gerast.

Spurningurin er tískil: Hvussu leggja vit um frá oljuni til varandi orkukeldur?

Hetta er evnið fyri triðja og síðsta kronikkina í røðini.