Høgi oljuprísurin: Hvat gera vit?

At leggja um frá oljuni til aðrar orkukeldur er ein risastór uppgáva, sum øll mugu taka lut í. Uppgávan kann sammetast við Apollo-ætlanina í USA, har øll tjóðin fór saman fyri at “put a man on the moon”. Í mun til tað, sum vit vanliga trúgva, so er tað als ikki bilarnir, ið eru trupulleikin. Oljufýringarnar, el-framleiðslan og skipini eru veruliga uppgávan. Tað er altavgerandi fyri framtíð okkara, at vit í stundini fara í holt við at loysa størsta trupulleikan næstu 20 árini – hækkandi oljuprísurin.

Hvar finna vit loysnirnar?

Heimsmarknaðurin avger oljuprísirnar, so sjálvan prísin fáa vit onki gjørt við. Tí er loysnin á trupulleikanum við hækkandi oljuprísum sjálvsagt at leggja um frá oljuni til aðrar orkukeldur. Hetta er tó lættari sagt enn gjørt, tá hugsað verður um, at 95 prosent av føroysku orkunýtsluni er olja.

Fyri at finna loysnirnar er best fyrst at hyggja, hvar oljan verður nýtt, og hvar lættast er at minka um nýtsluna.

Hóast olja og bilar ofta verða knýtt óloysiligt saman, so brúka bilar og flogfør einans 10 prosent av samlaðu orkunýtsluni. Um vit megna at minka hesa nýtsluna við tíggju prosentum, vil hetta einans minka samlaðu oljunýtsluna við einum prosenti. Tá hugsað verður um, hvussu trupult tað er at minka um oljunýtsluna hjá bilum og flogførum, er tað neyvan her vit skulu finna nakra loysn, ið munar.

Skipini nýta 45 prosent av oljuni, herav fiskiskipini bróðurpartin. Her er nakað veruligt at heinta.

Oljufýringarnar hjá húsarhaldunum, handlunum, stovnum, og øðrum nýta uml. 30 prosent av oljuni. Tvs. at oljufýringarnar nýta uml. tríggjar ferðir so nógv sum bilarnir. Her er sostatt meiri at heinta enn hjá bilunum og harumframt er tað munandi lættari at skifta oljufýringina út við aðra orkukeldu enn at finna ein bil ið ikki nýtir olju.

At enda brúkar SEV uml. 15 prosent av oljuni – her eru eisini góðir møguleikar at leggja um til aðra orkukeldu.

Samanumtikið eru sostatt bestu møguleikarnir fyri at minka um nýtsluna hjá skipunum, oljufýringunum og SEV.

Lat okkum nú hyggja eftir, hvat einstøku bólkarnir í samfelagnum, húsarhaldini, skipini og tað almenna, kunnu gera.

 

Hvat kunnu húsarhaldini gera?

Møguleikarnir hjá húsahaldunum kunnu býtast í tríggjar partar:

Minka orkunýtsluna

Leggja um frá olju til varandi orkukeldur

Laga seg til avleiðingarnar av hækkandi oljuprísum

Tað eru mangir hættir at minka orkunýtsluna. Kanningar hava víst, at bjálving er tann loysnin, sum kostnaðarliga loysir seg best fyri húsarhaldini – betur enn at fáa sær hitapumpu, sólpanelir, vindmyllu ella annað.

Aðrar hættir at minka orkunýtsluna er, at skrúva niður fyri hitanum, fáa klokku á sirkulatiónspumpuna ella annað sum kann minka um oljunýtsluna. Tað hevur eisini týdning at minka um el-nýtsluna við at nýta spariperur og hvítvørur við orkumerking. Einhvør minking í orkunýtsluni hevur týdning.

At leggja um frá olju til varandi orkukeldur kann gerast við at fáa sær hitapumpu, sólpanelir, vindmyllu ella annað, sum skiftir oljufýringina út við aðra orkukeldu. Uppgávan er einføld – oljufýringarnar mugu burtur! Orsøkin er, at tær brúka meiri enn fjórðingin av allari oljuni í Føroyum, og tí at tað nokk er lættasta staðið at minka um oljunýtsluna.

At enda mugu húsarhaldini laga seg til avleiðingarnar av hækkandi oljuprísum. Hetta kann ljóða sum ein sjálvfylgja, men tað er als ikki einfalt at gera tillagingarnar. Fyrst og fremt eru avleiðingarnar, at oljan, matvørurnar, flutningur, flogferðir og annars alt sum brúkar olju, gerst dýrari. Hetta merkir, at meðan vit seinastu mongu árini hava vant okkum við, at el, hiti og matur er vorðin alt minni partur av okkara húsarhaldsútreiðslum, skulu vit nú til at venja okkum við, at tey støðugt gerast størri partur. Harumframt verða allar aðrar vørur dýrari – annaðhvørt tí at nógv olja er nýtt til framleiðsluna av vørunum, ella tí at flutningurin av vørum er vorðin dýrari. T.d. koma vørurnar úr Kina nokk at dýrka í komandi árum.

Niðurstøðan er, at fyri at laga seg til avleiðingarnar, mugu vit nokk byggja minni hús, bjálva betur, búgva nærri við arbeiðsplássið, hava færri uttanlandsferðir og annars venja okkum við, at prísirnir koma at vaksa skjótari enn lønirnar – tvs. reallønarniðurgongd.

Hetta er ikki lætt at gera, men hetta er ein neyðug fylgja av støðugt hækkandi oljuprísum.

 

El-framleiðslan

Tað er kveikjandi at hoyra nýggja stjóran á SEV koma við greiðum meldingum um ætlarnir um at útbyggja varandi orkuna. SEV hevur fingið nógv høgg gjøgnum árini fyri teirra stóru oljunýtslu, men sannleikin er tann, at helvtin av framleiðsluni hjá SEV er framleitt við varandi orku og uttan hesa framleiðsluna var ikki 95 prosent av orkunýtsluni í Føroyum nøktað av oljuni, men heldur 99 prosent! – Kunnu vit siga at helvtin av okkara húsum eru hitaði við varandi orku? Nei, her eru heldur nærri 100 prosent hitaði við olju! Eiga vit ikki at taka í egnan barm?

Fyri at el-framleiðslan skal kunna koma frá varandi orkukeldum er neyðugt, at vit lata neyðugu loyvini til at byggja byrgingar, seta vindmyllur upp, byggja alduverk o.l. Tað nyttar ikki at tosa um varandi orku uttan samstundis at geva neyðugu loyvini – sjálvt um tað nokk merkir, at vit koma til at missa vakrar áir, fossar og vøtn – og at vindmyllurnar koma til at standa í vøkru føroysku náttúruni.

 

Skipini

Skipaflotin hevur longu gjørt vart við, at flotin er í trupulleikum orsakað av høgu oljuprísunum. Tað er munandi verri at vísa á loysnir fyri henda bólkin enn fyri húsarhaldini. Ein loysn kann vera at skifta til veiðuhættir, ið krevja minna olju. Línuskipini brúka t.d. minni olju enn lemmatrolararnir.

Við at partrola á djúpum vatni, dupulttrola, sigla við minni ferð út á fiskileið, orkusparandi skrúvur og lemmar og onnur líknandi tilrøk, kann oljunýtslan uttan iva minkast nakað.

Um fiskifrøðingarnir hava rætt í, at flotin er ov stórur, og at ein minni floti hevði kunnað fiskað sama fiskin, er ein møguleiki eisini at minka um flotan, og harvið minka um orkunýtsluna.

Her mugu tó serfrøðingar til fyri at koma við góðum ráðum.

 

Tað almenna

Í nógvum av tiltøkunum kann tað almenna ganga undan við at vísa á gongdar leiðir. Við at skifta til varandi orku í almennum bygningum, kann tað almenna fáa nakrar royndir, ið kunnu berast víðari til borgarin.

Gransking og upplýsing um hvørji orkusparandi tiltøk eru møgulig, hevði gjørt tað lættari hjá húsarhaldunum at valt millum hitapumpur, sólpanelir o.a. Eitt orkuráð, í stíl við Búskaparráðið, kundi givið virðismikið íkast til orkupolitikkin.

Tað almenna má eisini taka støðu til bygnaðin og avmarkingar innan fiskivinnuna – skal tað vera loyvt at partrola á djúpum vatni? Skalt tað vera loyvt at dupulttrola? Hvat við snurriváð? Skal flotin minkast?

Eisini innan el-framleiðsluna skulu avgerðir takast: Skulu vit útbyggja vatnorkuna? Hvørji vøtn skulu takast til vatnorkuna? Hvørjar áir skulu tømast?

At enda má politiska skipanin eisini taka støðu til avgjøld og studningar til húsarhaldini: Skal oljuavgjaldið avtakast? Skulu varandi orkukeldur, sosum hitapumpur og sólpanelir, frítakast fyri MVG?

Í míni verð er eingin ivi um, at neyðugt er við stórum avgerðum fyri at føra landið gjøgnum høgu oljuprísirnar. Allar avgerðirnar vera ikki populerar, men kortini mugu tær takast!

 

Ein risastór uppgáva

At leggja um frá olju til aðrar orkukeldur er ein risauppgáva. Hetta sæst m.a. við, at tað eru uml. 20.000 oljufýringar í Føroyum – um tað eyðnast okkum at leggja 1.000 av teimum um til aðra orku um árið, vil tað taka okkum 20 ár at fáa allar burtur.

Vit kunnu eisini síggja tað við at seta kostnaðin leysliga upp ... um vit siga at tað kostar uml. kr. 70.000 at skifta eina oljufýring út við aðra orkukeldu, so er kostnaðurin av hesum uml. 1,4 mia. kr. í íløgukostnaði.

Harumframt mugu við leggja kostnaðin av at broyta el-framleiðsluna, minka oljunýtsluna umborð á skipunum, broyta upphitingina hjá almennu stovnunum o.a.

Hetta er eisini orsøkin til, at uppgávan í U.S.A. ofta verður samanborin við Apollo-ætlanina, har amerikanska tjóðin stóð saman um risaverkætlanina fyri at “put a man on the moon!”.

Í míni verð mugu vit ikki undirmeta týdningin av at leggja um frá oljuni til varandi orkukeldur – her má ein føroysk Apollo-ætlan til!

 

 

________________________

 

Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður, viðger í trimum kronikkum eina hina størstu búskaparligu avbjóðingina í Føroyum og kring knøttin: teir hækkandi oljuprísirnar.

Evnið er skipað soleiðis í hvør sínari kronikk:

1. Trupulleikin: Hví hækka oljuprísirnir, og hvat skulu vit rokna við í komandi árum?

2. Avleiðingarnar: Hvørjar eru avleiðingarnar fyri heimsbúskapin, fyri føroyar og einstøku familjurnar?

3. Loysnir: Hvat eiga vit at gera fyri at minka um negativu árinini av hækkandi oljuprísum?

 

Hendan kronikkin er hin triðja í røðini, og evnið er hvat vit kunnu gera fyri at minkaum oljunýtsluna?