Høgiklettur liggur sum hotelskip

Nú verður bíðað eftir, at virkið á Tvøroyri verður klárt at taka ímóti, og tá klárt er, verður farið á makrelveiði.

Uppsjóvarskipini hjá Varðanum í Gøtu, sum nú hava ligið eina rúma tíð, fara um stutta tíð á makrelveiði í føroyskum sjógvi.

 

Summarið er tíðin, tá uppsjóvarskipini liggja meira enn aðrar tíðir av árinum, og tá verður vanliga ymiskt viðlíkahald gjørt, til skipini aftur fara á makrelveiði.

 

Tórheðin Jensen, umsitingarleiðari hjá Varðanum í Gøtu, sigur, at tað vanliga er eitt deytt tíðarskeiði, tá makrelur og svartkjaftur í fyrru hálvu av árinum er fiskaður, og til farið verður aftur á makrelveiði í seinnu hálvu av august.

 

- Nú verður bíðað eftir, at virkið á Tvøroyri verður klárt at taka ímóti, og tá verður so farið á makrelveiði, sigur hann.

 

Umsitingarleiðarin veit at siga, at nú seinasta hond verður løgd á virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og nógv fólk er til arbeiðis á virkinum, er Høgiklettur, sum felagið eisini eigur, lagdur suður á Drelnes sum eitt slag av hotelskipi.  

 

- Tað er trupult at fáa innivist fyri øllum arbeiðsfólkinum, og tí hava vit fyribils lagt Høgaklett á Drelnesi, sigur Tórheðin Jensen.