Høgni Hoydal vil hava samstarv við hini Norðurlondini innan lógarmál, nú føroyingar skulu yvirtaka málsøkið.
Á árligum fundi í Mariehamn á Álandi millum norðurlendsku løgmálaráðharrarnar heitti Høgni Hoydal á løgmálaráðharrarnar um samstarv, nú føroyingar eru í ferð við at byggja upp egnar myndugleikar í løgmálum.
Samstundis kunnaði Høgni Hoydal um fullveldistilgongdina og greiddi frá arbeiðinum við føroyskari grundlóg, rættarskipan og løgreglu.
Samskipa lóggávu
Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir samdust á fundinum um at kanna og samskipa lóggávuna í persóns-, familju- og arvarætti.
Hetta heldur Høgni Hoydal vera eitt mál, sum hevur stóran týdning fyri Føroyar, nú ætlanin er, at persóns-, familju- og arvarættur skulu koma undir føroyskt ræði frá 1. januar 2002.
Eitt annað mál, sum føroyski landsstýrismaðurin í lógarmálum heldur hava stóran týdning fyri Føroyar er, at Norðurlond í felag gera eitt fullfíggjað yvirlit yvir rættindini hjá norðurlendingum í londunum hjá hvørjum øðrum. Rættindini, hugsað verður um, eru rættindini til arbeiði, sjúkraviðgerð, útbúgving, almannahjálp og pensjón, ið galda fyri allar norðurlendingar, uttan mun til, hvørjum Norðurlandi, teir uppihalda sær í.
Samstarvsfundur
Fundurin í Mariehamn í farnu viku var partur av einum føstum samstarvi millum løgmálaráðharrarnar í Norðurlondum. Ráðharrarnir hittast einaferð um árið í einum av Norðurlondunum og skifta orð um samstarvsmøguleikar innan málsøkið.
Í ár røddu løgmálaráðharrarnir millum annað um samstarv at fyribyrgja barna- og ungdómskriminaliteti, at revsa og fyribyrgja handli við kvinnum, sum skipað brotsmannalið standa fyri og at fyribyrgja og revsa rasismu og nýnasismu.
Fundarluttakararnir í ár vóru Frank Jensen úr Danmark, Thomas Bodström úr Svøríki, Johannes Koskinen úr Finnlandi, Solveig Pétursdóttir úr Íslandi, Hanne Harlem úr Noreg, Sune Eriksson úr Álandi og Høgni Hoydal úr Føroyum. Næsti fundurin millum norðurlendsku løgmálaráðharrarnar verður í Noreg næsta ár.