Høgni á danska marknaðinum

Mánadagin kom fløgan Haré Haré út í Danmark. Í gjárkvøldið hevði Høgni útgávukonsert og í dag eru myndir frá hesari konsert til taks á portalinum. Í gjárkvøldi klokkan 20.00 bjóðaði Høgni til útgávukonsert á Jolene barr á Flæsketorvert, sum er partur av Kødbyen í danska høvuðsstaðnum.

Lítla, men væl umtøkta barrin var stúgvandi full av fólki, sum fyri tað mesta taldi føroyingar.

Á skránni var nýggjasta tilfarið hjá Høgna ? tað vil siga einki av eldru útgávum hansara ? umframt, at Høgni eisini bjóðaði gestunum ókeypis øl.

 

Høgni fer í næstum til Íslands saman við bólkinum, sum umframt hann sjálvan eisini telur Brandur Jakobsen á trummum, og ein útlendskan bass-spælara. Hetta var eisini manningin á Jolene í gjárkvøldi og tað verður sama manning, sum áhoyrarar á Iceland Airwaves festivalinum sleppa at uppliva.