Høgni favorittur

Føroyameistarin í fjør, Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, er favorittur at vinna FM fyri einstaklingar í talvi

Klaksvíkar Talvfelag skipar í ár fyri FM-stevnuni fyri einstaklingar í talvi. Telvað verður á Skúlatrøð. Umførini eru í alt sjey, telvað verður hvønn dag frá í dag til Langa fríggjadag. Frídagar verður byrjað klokkan 14, yrkadagar klokkan 17. Fylgjast kann við beinleiðis á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com - hvussu telvað verður á øllum borðum, skrivar Talvsambandið í dag.

Í alt 40 telvarar eru við í FM-kappingini í ár. Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, í almenna bólkinum eru 18 telvarar, og unglingarnir eru 14.

FM-bólkurin er toluliga væl mannaður í ár. Føroyameistarin í fjør, Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, er favorittur at vinna. Harðasti kappingarneytin - sambært styrkitølunum - er Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag. Og tað ber ikki beinari á enn at teir báðir bresta saman longu í fyrsta umfari í dag - Høgni við hvíta fólkinum.

Í fjør vann Høgni FM-heitið eftir umdyst móti unga stjørnuskotinum Luitjen Akselsson Apol. Hann er eisini við aftur í ár. Aðrir fyrrverandi føroyameistarar, sum bjóða av, eru Hans Kristian Simonsen og Rani Nolsøe.

FM-bólkurin 2021:

Høgni Egilstfot Nielsen, ST 2384

Martin Poulsen, HT 2285

Hans Kristian Simonsen, KT 2128

Luitjen Akselsson Apol, HT 2103

Rani Nolsøe, KTF 2058

Samson Højgaard, VT 1999

Haldur S. Johansen, KTF 1997

Margar Berg, HT 1942

Í fyrsta umfari í dag verður telvað soleiðis í FM-bólkinum:

Høgni - Martin

Rani - Hans Kristian

Haldur - Luitjen

Samson - Margar

Misjøvn luttøka

Sum nevnt eru 40 luttakarar við í FM-kappingini í ár. Tað er hampulig luttøka, frægari enn síðstu árini, men langt frá tí, sum var, tá ansurin fyri FM-stevnuni var av tí mesta.

Í Talvsambandinum hava tey verið eitt sindur í døpurhuga um fallandi áhugan fyri árligu FM-stevnuni tey seinnu árini. Eingin veit við vissu, hví so er. Líkt er til, at nýtíðartelvarar eru ikki eins fúsir og telvarar vóru fyrr at seta allar páskirnar av at telva í. Roynt hevur verið at stytta kappingina niður í sjey umfør. Fyrr kom fyri, at telvað vórðu heili ellivu umfør - og so FM-snarkapping 2. páskadag omaná.

Telvarum nú á døgum dáma fult so væl styttri kappingar og styttri umhugsanartíð. Hugurin tykist vera farin frá at telva ellivu umfør dag um dag allar páskirnar á tamb sum fyrr. Nýtíðartelvarar eru ikki øðrvísi enn nýtíðarfólk flest. Tað skal ikki vera ov drúgt, heldur lætt og leskiligt enn tíðarkrevjandi og  djúp hugsavnan.

Hyggja vit at luttøkuni í árligu FM-kappingunum undanfarnu hálvthundrað árini, sæst, at serliga í 80-unum og fyrstu árini eftir aldamótið, var rættiligur gravgangur at vera við í árligu FM-kappingunum.

Niðanfyri sæst hvørji fimm árini eru, at luttøkan hevur verið ávikavist mest og minst síðani 1972: 

Topp 5

2003  95 telvarar

2004  79

1985  76

1981  74

2001  72

1982  72 

Botn 5

1975 14 telvarar

2020  26

2012  29

1972  30

1999  31