Høgni feldi John

Nú kappingin er hálvrunnin er GM Helgi Dam Ziska fremstur í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar

Nú eru teir komnir hálva leið í kappingini um FM í talvu fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Løkshøll í Runavík.

Klokkan 14 í dag verður farið undir fjórða umfarið av seks. Í dag hittast teir somu, sum hittust í fyrsta umfari. Munurin er, at teir, sum sótu við hvíta fólkinum mánadagin, í dag fara at sita við svarta fólkinum.

 

Triðja umfar var í gjárkvøldið. Tá hittust IM John Rødgaard, sum var fremstur eftir tvey umfør, og Høgni Egilstoft Nielsen, sum var aftastur eftir tvey umfør. Høgni hevði hvítt, og hann vann.

GM Helgi Dam Ziska hevði hvítt ímóti Martini Poulsen, og Helgi vann. Í tveimum teimum fyrstu umførunum endaðu talvini hjá Helga remis. Nú er Helgi fremstur við tveimum stigum. Eitt hálvt stig aftanfyri eru Høgni og John, og Martin er aftastur eftir tvær ferðir remis og eitt tap.

 

 

Høgni Egilstoft Nielsen-John Rødgaard 1-0

Helgi Dam Ziska-Martin Poulsen 1-0

 

Støðan

Helgi Dam Ziska 2 stig

Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard 1 ½ stig

Martin Poulsen 1 stig

 

Fjórða umfar

Í dag klokkan 14.00

John Rødgaard-Martin Poulsen

Helgi Dam Ziska-Høgni Egilstoft Nielsen

 

Tað ber til at fylgja talvunum beinleiðis á

http://live.faroechess.com/live.html

 

Í fyrsta bólki eru Sigurd B. Justinussen og Rógvi Mortensen eftir seks umfør fremstir við fýra stigum, meðan Rógvi Dragaberg og Horatiu-Cristian Filip hava 3 ½ stig.

 

Í unglingabólkinum eru Ragnar Seihe og Luitjen Akselsson Apol eftir seks umfør fremstir við 5 stigum, og Jón í Horni Nielsen er á triðja plássi við 4 stigum.