Høgni gleið út

Jón Rói Jacobsen er nú aftur tøkur, og Høgni Madsen er einasti spælarin, sum er gliðin úr landsliðshópinum

Fótbóltur

 

Jógvan Martin Olsen kunngjørdi í morgun, hvørjar spælarar hann hevur við sær, tá A-landsliðið í fótbólti í næstum spæla undankappingardyst móti Serbia og Rumenia.

Í mun til hópin móti Portugal var greitt, at Jón Rói Jacobsen aftur var tøkur, og ikki óvæntað var hann millum teir 18, sum vórðu úttiknir.

Tí skuldi Jógvan Martin sálda ein spælara frá, og hesin gjørdist Høgni Madsen úr ÍF.

Dysturin móti Serbia verður á útivølli tann 6. september, og 9. september verður so heimadystur móti Rumenia.

 

Skulu frameftir

Seinasta uppgávan hjá landsilðnum var í Portugal, har liðið eisini mátti vera fleiri týðandi spælarar fyriuttan.

Jógvan Martin Olsen sigur, at hann sum so var nøgdur um tað, sum hann sá seinasta mikudag – serliga í verjupartinum – men hann vónar, at tað kann bera til at betra um føroyska uppspælið.

- Í Portugal var Rógvi øgiliga einsamallur, og tá tað so eisini er móti monnum sum Pepe og Carvalho, so fær hann ikki gjørt tað stóra. Her mugu vit so finna útav, um vit skulu broyta um uppspælið, ella um vit kunnu fólkið longur niðan á vøllin.

Kann tað geva eitt pláss í byrjunaruppstillingini til Boga Løkin, Arnbjørn Hansen ella Andrias Lava Olsen, nú Christian Lamahuge Holst ikki er tøkur at fylla tann leiklutin út?

- Tað fari eg ikki at siga her og nú. Tað veldst eisini um, hvussu vit velja at skipa uppspælið, men gjarna kann tað verað ein maður við eitt sindur av ferð í, segði Jógvan Martin Olsen.