Høgni Lisberg og lagið, Learn To Ride On Waves, hava seinastu vikurnar klatra stig fyri stig upp eftir 15 teimum bestu. Lagið hjá unga leirvíkinginum er hesa vikuna komið upp á annað pláss, beint í hølunum á Goodbye My Love hjá James Blunt.
Learn To Ride On Waves, ið er tikið av bestu fløguni í 2005, Morning Dew, er higartil størsta hittið hjá Høgna, og hevur uttan iva verið ein av orsøkunum til, at heilt nógv sms atkvøddu Morning Dew, sum bestu fløgu á Planet Awards.
Í seinastu sending kom danskt/føroyski bólkurin Fuzzphase inn á fimta pláss, men hetta tykist mest at hava verið eitt upplop, tí hesa vikuna er bólkurin dottin ikki færri enn seks pláss niður á ellinta pláss.
Samstundis roynir enn eina útiseta bólkur seg við einum eykalag, talan er um Amazonair við føroyska gittarleikaranum Pæturi Sivertsen. Lagið hjá bólkinum Because Tonight, fekk sera góða umrøðu, tá bólkurin í fjør luttók í donsku tónleikakappingini Live Contest.
Poppkorn hava ikki longur lagið, Sjeikurin, á listanum tí tað er fallið fyri tíðarfreistini, í staðin er hesa vikuna lagið, Droymi mitt um dagin, komið inn, lagið kom beint inn á tíggjunda pláss.
Hini føroysku løgini á listanum er Grannin hjá Páll Finnur Páll á sætta plássi og Timburmenn hjá Peturi Pólsyni, ið er á fjúrtanda plássi.