Tað hevði sømt seg munandi betur fyri Høgna Hoydal, varaløgmann, at hann royndi at slóðað fyri, at partarnir kundu funnið hvønn annan, heldur enn bert at dyrka ósemjuna, uppfinna og uppsøkja trupulleikar og øsa partarnir upp móti hvørjum øðrum fyri síðan at geva øllum øðrum enn sær sjálvum skyldina.
Tá tú í tínum opna brævi til mín brúkar eina yvirskrift við spurninginum: ?Eru føroyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð??, so má eg erliga viðganga, at eg havi sera trupult við at taka teg í fullum álvara. Ta eina løtuna helt eg eisini, at opna bræv títt veruliga var ein vittigheit. Eg helt satt at siga ikki, at ein maður í tínum starvi hevði stundir til slíkar barnalótir.
Hetta opna bræv títt er týðiligt dømi um mann, sum ber seg desperat at. Væl kann tað vera, at tú sært, at títt fullveldisprojetk ikki ber á mál, men hóast so, so mást tú taka tað sum ein maður í staðin fyri nú at skjóta til høgru og vinstru.
Enn einaferð hevur landsstýrið leitað sær ráðgeving uttanlands. Hetta er eyðvitað neyðugt í ávísum førum, nú tit eru farnir undir so truplar samráðingar sum at loysa frá Danmark. Men tá tit leita eftir okkara egna identiteti, so tykist tað fyri vanliga føroyingin sera løgið, at tað altíð eru aðrir, sum skulu siga okkum, hvørjir vit eru. Tað, sum hvørt mansbarn í Føroyum veit - tað, sum stendur í fyrstu grein í sjálvari Heimastýrislógini, tað boðar tú nú so ovurfegin frá, at tit nú fingið at vita frá einum íslendskum serfrøðingi.
Sjálvandi eru vit føroyingar ein tjóð, tað hava vit føroyingar altíð vitað. Men tá hesin spurningur eftir øllum at døma er ein trupulleiki fyri teg og fyri Tjóðveldisflokkin, so kunnu tit sjálvsagt spyrja útlendingar, men vælsignaðir menn gjaldið tað so sjálvir.
Tað skuldi verið óneyðugt at mint landsstýrismannin í sjálvstýrismálum og enntá eisini lógarmálum á, at enn er Heimastýrislógin í gildi. Vit kunna skjótt semjast um, at hon eigur at verða tikin av, men bæði tú og vit allir aðrir føroyingar mugu viðurkenna hana, so leingi hon ikki er sett úr gildi. Ikki tær at siga, so fyriskrivar henda, hvussu fram skal farast í eitt nú málum, sum hava við uttanlandsmál at gera. Eisini sigur henda sama lóg, hvønn status føroyskt mál hevur. Vit kunnu skjótt semjast um, at orðingarnar eru óhepnar, men í hálvttriðja ár hava tit so ikki megnað at broytt ein tann einasta bókstav í hesi lóg.
Somuleiðis átti tað eisini at verið óneyðugt hjá mær at mint teg á, at okkara egna stýrisskipanarlóg sigur nakað um, hvussu farast skal fram í uttanlandsmálum av størri týdningi. Nær hevur Føroya Løgting ella Uttanlandsnevndin eitt nú viðgjørt spurningin um Nato? Tit tosa í fullum álvara um at lima okkum inn í Partnership for Peace ella kanska Nato, uttan at eitt orð verður grett um hetta á Føroya Løgtingi. Hetta er lítið hugaligur atburður og als ikki eyðkennini fyri framkomin demokratisk samfeløg.
Tú endurgevur íslendska serfrøðingin fyri at siga, at føroyingar hava fullan rætt at samráðast um fullveldi. Góðan morgun, Høgni - ja sjálvandi hava vit henda rættin og hava havt hann síðan 1948. Men tín trupulleiki Høgni Hoydal er, at tú torir ikki at taka av tí samráðingarloysn, sum liggur á borðinum. Vit fáa fullveldið, um vit ynskja tað, eingin ivi um tað, men tín trupulleiki er, at tú ikki fært danir at eftirlíka ynski tínum um, at teir skulu fíggja títt fullveldi í eini 15 til 20 ár.
Ein umbering er neyðug, um tú hevur borið teg skeivt at móti øðrum, og tað fer einki av nøkrum okkara at biðja um eina umbering, tá tørvur er á henni. Men hvørki tú Høgni Hoydal ella Føroya fólk, sum tú í reinari fáfongd hevur hug at seta líkheitstekin ímillum, fáa eina umbering frá mær, um tað, sum eg havi sagt í ST-málinum ella øðrum málum av líknandi slag. Tey orð, sum eg havi sagt, tey standi eg við og vil fegin kennast við.
Og síðan til tín spurning, um eg vil spyrja donsku stjórnina, um vit føroyingar eru ein tjóð, so er svar mítt, at tað fari eg sjálvandi ikki at gera. Eg kundi tað sama spurt teir, hvat klokkan var. Hví skulu aðrir og helst útlendingar siga okkum tað, sum vit frammanundan vita? Er hetta eitt tjóðveldiskompleks, ella er hetta enn eitt dømi um politiska ómegd?
Skulu vit tosa um eina umbering, so kundi tú hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri, at tú saman við samgonguni hevur lagt alt vanligt politiskt arbeiði lamið í nú skjótt hálvttriðja ár. Tú kundi hóskandi biðið Føroya fólk um eina umbering fyri at hava bilt teimum inn, at títt fullveldi ongar avleiðingar fær av nøkrum sum helst slag.
Gevst nú við at spæla politikk?
vinarliga
Jóannes Eidesgaard