Høgni Hoydal er bumban undir vælferðini

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
----
Fantastiskt at hoyra Før­oya dýrasta drong tala um, at onnur leggja bumb­ur und­ir framtíðar vælferðar­sam­fe­lagið
Hoyrdi tú formannin í Tjóðveldi í Útvarpinum nú um vikuskiftið?
Boðskapur hansara er, at "tað verður ein bumba undir vælferðarsamfelagið, um eldra­økið verður fíggjað, sum landsstýrið mælir til".
Í hesum eru vit samdir.
Tað er púra burturvið at knýta saman eldraøkið og for­skatting av pensjónum.
Mítt tilmæli er, at for­skatt­ingin av pensjónum verður rullað aftur, tá onnur fólk taka við landsins leiðslu.
Pensjónsuppspararar skulu hava frið, og tey eldru skulu hava ein tryggan aldur­dóm.
Tað er veruligur sam­bands­­politikkur.
Skil má koma á aftur.
Aftur til formannin í Tjóð­veldi.
Hetta - at tað er júst Høgni Hoydal, sum ávarar um, at framtíðar vælferðin er í vanda - rópar til himmals.
Høgni Hoydal er jú sjálvur bumban undir føroysku væl­ferðini.
Saman við Anfinni Kalls­berg er formaðurin í Tjóð­veldi sjálv ímyndin av bú­skap­ar­ligum ábyrgdarloysi og mangl­andi vælferð.
Hann er persónliga upp­runin til, at tað hvørt einasta ár mangla hundraðtals milli­ónir í inntøkum til lands­kassan.
Seinastu árini er skerj­ing­in og fastfrystingin av ríkis­veitingini sligin ígjøg­num við fullari megi. Hetta var atgerðin, sum full­veldis­landsstýrið miðskeiðis í 00-unum framdi ódemokratiskt og sum tjóvur á nátt.
Politikkur Tjóðveldis er, sum kunnugt, at skerja og frysta upp aftur meira og so­leiðis taka botnin undan væl­ferðarsamfelagnum.
At verandi samgonga rek­ur skeivan politikk, frítek­ur á ongan hátt Høgna Hoy­dal, Annfinn Kallsberg og Tjóð­veldi fyri medábyrgd av teirri vanlukkuligu fíggjarligu støð­uni, sum hitt almenna er í.
Øll, sum brúka sunna for­nuft, síggja, at tað ber ikki til at reka fullveldispolitikk og samstundis hava eitt gott vælferðarsamfelag fyri øll.
Hesi bæði stríða náttúrliga ímóti hvørjum øðrum.
Har, sum pengar mangla, manglar eisini vælferð.
Tað, sum skal vera við til at tryggja eitt haldført føroyskt vælferðarsamfelag, er at økja inntøkurnar - ikki skerja tær - og so hetta, at fremja veruligar reformar í okkara landi. Teir mangla vit framvegis at síggja.
Samstarvið í Ríkisfelags­skap­inum er partur av væl­ferðar­skipan okkara, og tað skal sjálvandi eisini styrkj­ast.