Nýggjasta veljarakanningin hjá Fregnum vísir, at Tjóðveldisflokkurin hevur eina framgongd uppá 2,1 prosent, men fær ikki nakran tinglim afturat teimum átta.
Høgni Hoydal sigur, at hann fegnast fyrst og fremst um tey úrslit, sum hava við fullveldi at gera, tí tey vísa, at føroyski veljaraskarin hevur flutt seg í hesum málinum. Hetta er ein tendensur, sum eisini vísti seg í seinastu veljarakanningini.
Við tí vísir Høgni á, at 51,5% siga seg taka undir við, at Føroyar verða skipaðar sum land við fullveldi. Eisini fegnast hann um, at ein stórur meiriluti heldur, at Føroyar eiga fullan rætt at virka í millumtjóða politikki.
Kundi gjørt tað betur
Veljarakanningin vísir eisini, at bara 41,8% siga ja til uppskotið hjá landsstýrinum um sjálvstýri, meðan 45,8 siga nei. Høgni Hoydal metir tó ikki, at landsstýrið er á skeivari leið.
Orsøkina heldur Høgni vera, at tað hava verið ymsar útmeldingar í hesum málinum frá landsstýrinum. Tí hava styrkin og trúðvirði um hesa gongdina verið heldur ivasom. Tað ávirkar eisini eina veljarakanning.
Høgni vísir hinvegin á, at ein meiriluti í kanningini tekur undir við, at blokkurin verður minkaður, og at Føroyar skulu skipast sum fullveldi, og tað tekur hann sum eina álitisváttan til landsstýrið.
? Hetta er góður lesnaður sæð í ljósinum av, at nakað rumbli hevur verið um málið, og tað er alneyðugt at fólk hava álit á politisku skipanini, sigur Høgni Hoydal.
Ein andsøgn í kanningini er, at 51,5% taka undir við, at Føroyar gerast land við fullveldi, meðan 51,4 % taka undir við, at Føroyar vera verandi í danska ríkinum.
Løgtingsvalið avgerandi
? Vit fara til val uppá gjøgnumføra fullveldistilgongdina, og teir flokkar, sum taka undir við hesum, eru natúrligu samstarvsflokkarnir hjá Tjóðveldisflokkinum, sigur Høgni Hoydal.
Høgni heldur, at løgtingsvalið komandi ár verður eitt slag av fólkaatkvøðu um fullveldistilgongdina, tí um ein onnur samgonga kemur til valdið, kann hon steðga hesi gongdini.
Hjá Tjóðveldisflokkinum eru 67,5% av veljarunum, sum vilja samstarva við Fólkaflokkin, og tí er hesin flokkur upplagdi samstarvsfelagin hjá Tjóðveldisflokkinum.
Í føroyskum politikki í dag eru tveir blokkar, men Høgni Hoydal sigur, at flokkarnir fara til valið sum einstakir flokkar, men hann vísir á, at so leingi sum fullveldismálið ikki er avgreitt, so verður mynstrið, at tveir sterkir blokkar mynda føroyskan politikk.
Tí er tað umráðandi, at mann fær avgreitt ta ríkisrættarligu støðuna og staðfest fullveldið, so at flokkarnir kunnu nýta alla sína orku uppá teir meira samfelagsligu spurningarnar, heldur Høgni Hoydal, sum annars fegnast um úrslitið av veljarakanningini.