- So kom hon undan kavi, fiskivinnunýskipanin hjá Høgna Hoydal og samgonguni. Tey, sum hava ivast, mugu í dag ásanna, at Høgni Hoydal ongantíð hevur vitað, hvussu fiskivinnunýskipanin skuldi síggja út.
Tað heldur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann vísir á, at uppskotið hjá landsstýrinum hevur onga undirtøku, hvørki í politisku skipanini ella millum tey, sum starvast í fiskivinnuni.
- Uppskotið er hvørki "fuglur ella fiskur", men ein samanvavstur av ymiskum skipanum. Ein partur av rættindunum skulu lutast út sum søgulig rættindi, annað um uppboðssølu sum stuttíðar, langtíðar og miðallong rættindi, summi rættindi skulu lutast út sum økiskvotur, og alt skal roknast út eftir ymiskum frimlum - alt eftir, hvat fiskaslag talan er um.
Jacob Vestergaard sigur, at tann góða gongdin, sum hevur verið í fiskivinnuni seinastu árini, fer at steðga, um uppskotið hjá Høgna Hoydal verður samtykt.
- Vit hava seinastu árini fingið feløg, sum orsaka av teirra stødd hava megnað at flutt okkum longur fram á leið. Stórar íløgur eru gjørdar, har dentur hevur verið lagdur á virðisøking og at vinna nýggjar marknaðir fyri føroyskar fiskavørur.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at hesi feløg hava gjørt eitt ógvuliga gott arbeiði og hava selt dygdarvørur til allan heimin, til gagns fyri alt samfelagið.
- Men, hetta skal alt steðgast nú. Grundarlagið, sum hesi feløg hava arbeitt út frá, verður skrikt undan teimum. Rættindini skulu bjóðast øðrum. Tað er eftir øllum at døma ikki gott fyri sitandi samgongu, at tað gongur væl hjá hesum fyritøkum.
Jacob Vestergaard sigur, at landsstýrið við hesum uppskoti kemur at reka føroyska fiskivinnu aftur til tíðina, tá vinnan bert orkaði at hugsa um ein dag í senn.
- Tað er hugstoytt at síggja eina slíka miðvísa ætlan at niðurlaða føroyska fiskivinnu. Uppskotið er eitt klútateppi og ber brá av, at eingin politisk semja er aftanfyri. Vit mugu bara vóna, at ein meiriluti av løgtinginum sær álvaran í støðuni og fellur uppskotið, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.