Johan Dahl
løgtingsmaður
__________
Enn einaferð eydnaðist tað tjóveldisfloksformanninum at skapa »storm i et glas vand«.
Hetta gjørdi hann við at ákæra hennara Hátign Margrethu Drotning fyri at hava hildið eina politiskt litaða røðu í Norðurlandahúsinum.
Tað má ásannast at verða tað reina humbukk - og bara ein máti hjá Høgna at skapa forore um seg og flokkin við - sera smart.
Tað sum er nógv størri skomm er, at ávísir fjølmiðlar ferð eftir ferð loypa á leistum, tá Høgni Hoydal ger ein lítlan vørr ella loppugleps og geva honum frítt spæl í Degi og Viku í dagavís.
Ein ávísur stjórnamálafrøðingur verður eisini hálaður upp úr hattinum at koma við sínum ævigt røttu tjóveldisniðurstøðum at undirbyggja tann karrráða politiska veruleikan.
Álvaratos SVF - tit burdu verið eitt sindur meira at tykkum komnir og víst, um ikki annað so eitt lítið sindur av professionalismu, soleiðis at allir vit tvangsinnlagdu sjónvarpshyggjarar, sum hvørt ár gjalda ein alt ov høgan prís í sjónvarpsgjaldi fyri sum oftast gomul tíðindi (sum oftast verið bæði á DR, BBC og CNN árðenn tit koma við teimum) og fyri at upprætthalda tykkum sum arbeiðspláss, kundu sitið uppafturá og gleðst um gott fjølmiðlaarbeiði - og bara eitt sindur av objektiviteti.
Tíverri - enn einaferð skulu vit standa modell til enn eitt tjóveldisuppkast og út av lagi vánaligt journalistikt arbeiði.
Anfinn Kallsberg segði tað so sera rætt í tíðindunum, nevniliga at hetta er eitt mál sum er avgreitt - bæði á Føroya Løgtingi og Fólkatingi við stórum meiriluta - tann politiski parturin er harvið avsluttaður.
Vóru málini framvegis til viðgerðar í báðum tingunum, so hevði tað kunna kallast ein farri av politikki - men málið er avgreitt, og Margretha Drotning ásannaði bara fakta, - at tær gjørdu avtalurnar viðvíkjandi yvirtøkulógini og uttanríkisheimildunum fremja samstarvið og geva rúmar ræsur fyri Føroyar í ríkisfelagskapinum.
Høgni sjálvur átti heldur at virt demokratiið og harvið tær við stórum meiriluta samtyktu lógirnar, og ikki gjørt sær fyri skommum bæði við at boykotta atkvøðugreiðsluna í tinginum og síðan at fara til Danmarkar á Fólkating at sláast við Anfinn Kallsberg fyri opnum skermi.
Grát mítt elskaða land yvir slíkar menn, sum hava alt oman hálsvølin, men onki kunnu fremja í veruleikanum uttan øsing og veruleikareingjan.