Høgni Hoydal sum ummælari av limablaði Sambandsfloksins

Helgi Abrahamsen

Góði Høgni Hoydal
Eg síggi, at tú í bløðunum í dag leggur eftir limablaðnum, sum Sambandsflokkurin hevur sent út í hesi vikuni. Tú vísir til eina grein, sum viðgerð ætlaðu fólkaatkvøðuna í 2001, og kallar tað sum har stendur fyri ósannindi.
Greinin í limablaðnum vísti annars til tína grein í bløðunum tann 16. september í ár, har tú skrivar soleiðis: "Tað var í hesum uppskoti, at blokkstuðulsniðurskurðurin varð settur til 300 - 400 mió. kr. og gjørt varð av at yvirtaka alt, so ONKI FÍGGJARLIGT OG UMSITINGARLIGT TRÝST SKULDI VERA Á FÓLKI, TÁ TEY Á FÓLKAATKVØÐU SKULU TAKA STØÐU TIL AT SKIPA FØROYAR SUM SJÁLVSTØÐUGT RÍKI."
Nú kallar tú hetta fyri ósannindi og vísir á, at í uppskotinum, sum skuldi til fólkaatkvøðu, varð týðiliga greitt frá, hvat hetta fór at kosta og hvussu nógv blokkstuðulin minkaði hvørt árið.
Eg fari tí at spyrja teg, hvat tú so meinti við, tá tú tann 16. september skrivaði, at einki fíggjarligt trýst skuldi vera á teimum føroyingum, sum fóru á fólkaatkvøðu? - Hví var tað so umráðandi, at fólkið ikki skuldi merkja tað fíggjarliga trýstið? Og hvussu ber tað til, at yvirtøkurnar, sum vórðu framdar í 2001, kostaðu eina upphædd, sum júst svaraði til gjaldførisavlopið hjá landskassanum (tað vil siga, at tað bleiv akkurát ikki neyðugt at leggja nakað eykagjald á fólkið, sum skuldi á fólkaatkvøðu)? Og hvar í uppskotinum finni eg ta týðuligu frágreiðingina um, hvat uppskotið fór at kosta?
PS! Hvar bleiv hasin veðrurin av?