? Eg eri ikki nóg væl inni í málinum fyri at kunna úttala meg konkret um tað, sigur Høgni Hoydal í Tjóðveldisflokkinum.
? Vit eru farin í holt við fyrireikingarnar til at yvirtaka løgregluna, og har er nógv at tríva í, og eru hølisviðurskiftini eitt av tingunum vit mugu taka upp.
Høgni Hoydal sigur, at tað, sum fyrst skal gerast er ein ætlan, har viðgjørt verður, hvussu umstøðurnar fyri fangar kunnu gerast betri. Men eitt fongsul kann hann ikki lova.
? Eitt fongsul er sjálvandi tað vit stíla fram ímóti uppá longri sikt, men fyrst og fremst má tann akutti tørvurin nøktast, sigur Høgni Hoydal.
Tá spurt verður um fangarnir skulu áhaldandi verða sendir niður til Danmarkar, svarar Høgni, at Hvíta bók leggur upp til samstarv við onnur lond, og hevur hetta eisini stóran týdning.
? Men tá fangar verða sendir til eitt annað land, avmarkar tú teir á ein hátt, at teir hava ikki eins góðan møguleika fyri eitt nú vitjanum, sum um teir stótu heima.
Tá løgreglan verður yvirtikin verður farið at arbeiða meira við teimum konkretu facilitetunum, og tá verður tikið upp, hvussu skal gerast við hølisviðurskiftini.
Um grundarlag er fyri einum fongsli í Føroyum sigur Høgni Hoydal, at tað veldst alt um, hvussu stórur tørvurin er, men sum sagt, so skal tann akutti tørvurin fyrst nøktast.