Politikkur
?Tjóðveldisflokkurin tekur undir við at leingja um barnsburðarfarloyvi til eitt ár. Tað verður upp til foreldrini sjálvi at avgera, hvussu tey skipa hesa tíðina millum sín, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á, at tryg fíggingin er ein fortreyt fyri, at hetta skal gerast veruleiki. Høgni metir, at økta barnsburðarfarloyvi skal fíggjast av arbeiðsmarknaðinum, og skal vera ein skipan, ið hvílur í sær sjálvum.
Á fundinum í Norðurlandahúsinum mikukvøldið vísti formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, á, barnaansing skal gerast til rættindi og ikki sum nú vera eitt sosialmál. Hann metir, at ein loysn á hesum viðurskiftinum er ein beinleiðis fortreyt fyri, at Føroya kunnu gerast sjálvstøðugt land.
?Vit vilja við okkara politikki geva eina ansingartrygd, og geva foreldrunum betri tíð og betri møguleikar við barni teirra. Vit mugu skapa livimøguleikar fyri nútímans familjuni, sigur Høgni Hoydal.
Atfinningar hava verið móti samgonguni fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at betra um korini hjá teimum eldru. Hetta heldur Høgni Hoydal verður loyst, tá ið greitt ábyrgdarbýti verður millum land og kommunu. Hann vísir á, at meðan núverandi samgonga hevur sitið
er nógv hent fyri tað betra á sosiala økinum.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, segði á fundinum, at landsmyndugleikararnir skulu halda seg burtur frá barnaansingarøkinum, men hesum er Høgni Hoydal ikki heilt samdur við sínum borgarstjóra í.
?Landsmyndugleikararnir hava eisini eina uppgáva á hesum økinum. Tað eru vit, ið skulu skapa teir yvirordnaðu karmarnar, m.a. við at áseta ansingartrygd, sigur Høgni Hoydal.
Tá vit spurdu landsstýrismannin í m.a. sjálvstýrismálum, hvønn flokk sjónarmiðini hjá Tjóðveldisflokkinum lógu tættast upp at, heldur hann, at Javnaðarflokkuin liggur tættast upp at, men eisini Miðflokkurin líktist tjóðveldinum, hóast ikki heil javnstøða var millum flokkarnar.