Í gjár var samrøða á Rás2 við Høgna Hoydal. Formaðurin í Tjóðveldi er ikki nøgdur við at sita í andstøðu, men er ikki skelkaður av støðuni, tí eftir hansara tykki vil Tjóðveldi ov nógv.
- Tað sum hevur verið høvuðsmálið í CHE-samgonguni og eisini í undanfarnum samgongum, er at fáa broytt hetta samfelagið, so at vit fáa sjálvstøðugt land og eitt sjálvstøðugt samfelag, sum hevur ein vinnupolitikk, sum er altjóða kappingarførur, og sum ikki minst hevur eina útbúgvingarskipan og eina sosiala skipan, sum kemur teimum sum tørva tí; mest til góðar. Tað er kanska tað sum ger, at nógvir av teimum samanhangum vit hava verið í ikki ganga. Vit skulu endurskoða okkum, men vit hyggja at teimum politiskum málunum, og mugu bara ásanna, at tað vilja teir samstarvsflokkar vit hava gjørt avtalur við ikki fremja. Tað er orsøkin til, at bæði hendan og undanfarna samgonga fór í úrtíð. Mann torir ikki at taka tey veruligu tøkini, sum skulu til fyri at samfelagið verður flutt á tann bógvin, sum okkara hugsjón ynskir, sigur Høgni Hoydal.
Blokkurin
Sum skilst eru konkretar ætlanir um blokkniðurskurð í samgonguskjalinum. Hetta sær Høgni Hoydal, sum nakað positivt, hóast hann ikki skilur, at Fólkaflokkurin gongur við til ein so lítlan niðurskurð.
- Hetta vísir, at arbeiði vit stríðast fyri flytur føroyskan politikk. Fyri fáum árum síðani var ógjørligt at fáa Sambandsflokkin at tosa um blokkstuðulsniðurskurð, og nú er tað møguligt at tosa um tað, staðfestir Høgni Hoydal.
Uttanríkisráðið
Tað er ongin loyna, at Jóannes Eidesgaard var ónøgdur við at skula av við Uttanríkispolitikk, tá CHE-samgongan varð skipað. Eisini hava flokkar av og á verið eftir Uttanríkisráðnum, men sum skiltist í gjáramorgunin hevði Uttanríkisráðið nógv at siga fyri samráðandi partarnar. Hetta hevur Høgni Hoydal eisini eina meining um.
- Um vit taka Uttanríkisráðið, sum hevur verið húðflett og morlað niður, av øllum trimum flokkunum, sum nú sita í samgongu. Nú bleiv tað kanska tað mest áhugaverda økið, eisini hjá hesari nú undirskrivaðu samgonguni. Tað var kanska tað økið, sum flokkarnir kappaðust mest um at fáa fatur á. Og tí kunnu fólk spyrja seg sjálvi, hvat tað er sum flytur føroyskan politikk. Vit vita væl í Tjóðveldinum, at nógv av teimum málunum vit seta okkum mugu vit stríðast fyri, og tá stríðini eru vunnin taka øll undir við teimum. Tað sum skilur okkum í dag, tað savnar okkum í morgin, greiðir Høgni Hoydal frá.
Formaðurin í Tjóðveldi leggur afturat, at flokkurin í andstøðu fer at arbeiða við at endurbyggja trúvirðið, sum seinasta tíðin hevur tikið frá flokkinum.