4. viku á rað er ungi leirvíkingurin Høgni Lisberg og lagið hjá honum Learn To Ride On Waves ovast á 15 teimum bestu. Lagið tykist veruliga at vera farið inn undir húðina á føroyingum. Í øllum førum teimum, ið vitja heimasíðuna hjá 15 teimum bestu.
Learn To Ride On Waves er tikið av fløguni Morning Dew, ið varð vald besta føroyska fløga á Planet Awards í januar.
Seinastu vikurnar hevur Høgni átt einasta føroyska lagið, ið hevur megnað at blandað seg í ovara endan av 15 teimum bestu. Men hesa vikuna eru fleiri føroysk løg væl við. Fyrrverandi orkesturfelagin hjá Høgna Lisberg, Petur Pólson liggur á triðja plássi við lagnum Fremmandur.
Makrel, ið góvu triðju fløgu sína út í farnu viku, eru komnir beint inn á eitt 5. pláss á listanum við lagnum Filthy Tongue. Seinasta føroyska lagið á listanum eiga Poppkorn, ið liggja á 8. plássi við lagnum Droymi mitt um dagin.
Eitt føroyskt lag er somuleiðis millum eykaløgini hesa vikuna, tað eru kontri-punkararnir úr Vágunum Villmenn, við cybererotiska lagnum Cyberspace.