Høgni Lisberg hitar upp fyri Badly Drawn Boy

Tá enski fólka rokkbólkurin Badly Drawn Boy fer á pallin í Lítla Vega í Enghave í Keypmannahavn í kvøld, verður upphiting føroysk.

Tónleikur
Høgni Lisberg skal í kvøld hita upp fyri enska bólkin Badly Drawn Boy við sangaranum í tí løgnu húgvuni. Badly Drawn Boy gav fyrr í ár fløguna Born In The UK út, og hevur síðan tá ferðast við sínum tónleiki, mest í heimlandinum, men er nú farin á ferð kring Skandinavia og aðrar partar av Evropa.
Tað var serliga onnur fløgan hjá Badly Drawn Boy, ið gjørdi um seg bæði í Evropa og USA. Triðja fløgan Have You Fed The Fish, var eisini rættiliga væl móttikin, meðan næstseinasta fløgan One Plus One, ikki fekk nakra serliga móttøku millum plátukeyparar.
Høgni Lisberg er vælnøgdur við at sleppa at hita upp fyri Badly Drawn Boy. Hann fekk boðini í gjár, men eftir fleiri konsertir sum solistur seinastu vikurnar er Høgni væl fyrireikaður til konsertina.
Fløgan hjá Høgna varð útgivin á danska marknaðinum fyrr í hesum mánaðinum, og hetta er sjálvandi framúr góð sølufremjan fyri Høgna.
Konsertin er komin í lag í samstarvi við DKB Motor, ið man vera eitt tað besta bookingfelagið í Danmark. Høgni greiðir frá, at hann og umboðsmaðurin arbeiða við at finna eitt bookingfelag, og hetta vísir at DKB Motor í øllum førum ikki hevur gloymt Høgna.