Høgni má geva reiðaríunum loyvi at flyta kvotur

Formaðurin í vinnunevndini, í øllum førum í løtuni, Bjarni Hammer, heitir nú á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at bera so í bandi, at reiðaríini fáa loyvi at flyta part av kvotu síni fyri í ár til næsta ár.

 

Í løtuni er stórt trýst á móttøkuvirkini her í Føroyum og ger hetta, at tað er bíðitíð hjá uppsjóarskipunum at sleppa at landa. Bjarni Hammer sigur, at sum skilst er bíðitíðin upp til eina viku.

- Tað fara stór virði fyri skeytið av hesum. Dygdin á fiskinum verður nógv verri enn hon átti at verið. Nógv minni partur verður avreiddur til matna. Skip lata vera við at fiska, tí tað lønar seg ikki og tey sleppa ikki av við fiskin. Onnur liggja tískil á feltinum og halda aftur við at kasta, ímeðan tey bíða eftir tørni at avreiða, sigur hann.

 

Trupulleikin er, at nýggju loyvini, sum eru útskrivað fyri 2017 einans eru galdandi fram til nýttárs. Skipini hava tí einki annað val enn at fiska sína kvotu, væl vitandi, at virðið á veiðuni verður lægri enn vant, tí um ikki fer kvotan til spillis.

- Skipini vera tí tvingað til at fiska nærum olympiskt. Tað er hóast alt betur at faá 1 kr/kg enn 0 kr/kg, sigur Bjarni Hammer.

 

Føroysku reiðaríini hava eisini gjørt vart við, at talan er um eini 70.000 tons av uppsjóarfiski, sum teir ikki megna at virka í ár.

 

Hann hevur tí eina greiða áheitan á landsstýrismannin.

- Fyri at tryggja, at virðini ikki áhaldandi fara fyri skeytið, má landstýrismaðurin t.d. loyva at flyta fittan part av kvotunum yvirum til næsta ár, sigur Bjarni Hammer, sum altso er formaður í Vinnunevndini í løgtinginum, sum í løtuni hevur fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal til viðgerðar.

 

Les áheitanina frá Bjarna Hammer her.