Høgni Madsen aftur til ÍF

Høgni Madsen verður nú aftur at síggja í reyðu og hvítu ÍF troyggjuni. Hann hevur seinnu árini spælt í NSÍ og KÍ, men nú verður miðvallarin aftur at síggja á Fløtugerði. ÍF hevur eisini fingið nýggjan høvðusstuðul, umframt at fleiri leikarar hava longt sínar sáttmálar.

 

27-ára gamli miðvallarin var ein av lyklaleikarunum á liðnum hjá KÍ, sum í fjør endaði á fimta plássi í landskappingini. Ósemja millum KÍ og Høgna um galdandi sáttmála gjørdu, at miðvallarin nú skiftir felag. Høgni Madsen og ÍF hava skrivað ein tvey ára sáttmála.

 

- ÍF hevur víst stóran áhuga í at fáa meg aftur til felagið og eg kenni á mær at hetta er tann rætta avgerðin, sigur Høgni Madsen í stuttari viðmerking til portalin.

 

ÍF boðar eisini frá, at felagið hevur fingið nýggjan høvðusstuðul í BankNordic. Avtalan er galdandi fyri 2012. Umframt tað, so hava Bartal Eliasen, Uni R. Petersen og Áki Petersen allir gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.