Høgni manipulerar aftur

Eri eftirhondini so vanur við skitnar taklingar og ósaklig álop frá Høgna Hoydal, at tað rínur ikki við longur.

Tí ivaðist eg eisini, um eg yvirhøvur skuldi brúka orku og avíspláss at svara seinasta herindinum. Men hann skal kortini fáa eitt stutt svar, so hansara lygnir ikki standa ósvaraðar.??Tì Høgni Hoydal veit væl, at eg segði sannleikan í Degi og Viku hóskvøldið, hóast honum sjálvsagt hevði dámt væl, um veruleikin var ein annar. Líkamikið hvat Høgni Hoydal annars roynir at siga, so veit hann væl, at uppskotið til sokallaðan pensjónsreform, er eitt embætismannauppskot, sum búskaparfrøðingurin og varamaðurin á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin, Kári Petersen, hevur staðið fyri at gera.??Høgni Hoydal veit væl, at politiska viðgerðin av uppskotinum ikki er liðug, og at tað ikki er lagt fyri tingið, sum hann annars roynir at geva fatan av í grein síni. Hetta veit hann, hóast hann royndir at reingja veruleikan og gera meg til lygnara. Í hesum sambandi kundi Høgni Hoydal hóskandi upplýst nær Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri pensjónsreform fyri tingið, og hvar nummar hetta tingmálið hevur???Kanska Høgni Hoydal eisini kann upplýsa, hví Tjóðveldi í løtuni er mannaður við tveimum umboðum í einum arbeiðsbólki saman við øllum hinum politisku flokkunum at viðgera embætismannauppskotið nærri politiskt? Tí hann sigur jú, at málið longu er lagt fyri tingið av Javnaðarflokkinum.??Harmiligt, at formaðurin í einum av størstu politisku flokkunum í Føroyum, skal draga føroyskt politiskt kjak á eitt so lágt støði.??Ynski Høgna Hoydal eitt gott tingár við vón um sakligt politiskt kjak.??Hetta uppleggið er gjørt sum grundarlag at hava undir einari víðari politiskari viðgerð.?