Í heyst kemur nýggj fløga við sangaranum og sangskrivaranum, Høgna Reistrup. Á fløguni gongur havnarmaðurin nýggjar leiðir.
Í summar hevur Høgni Reistrup tikið upp tilfar til nýggja fløgu í Føroyum.
Og fyri fyrstu ferð hevur Høgni fingið framleiðara til føroysku sangirnar. Tað er Janus Rasmussen, ið framleiðir fløguna. Haraftrat eru fleiri tónleikarar, ið ikki hava arbeitt saman við Høgna áður, við á útgávuni.
- Bæði framleiðarin og nýggir tónleikarar hava togað tónleikin ein annan veg. Sjálvur haldi eg, at hetta er ein spennandi vegur, sigur Høgni Reistrup.
Upptøkurnar eru av, og nú er Janus Rasmussen farin til Íslands við øllum løgunum. Í Reykjavík skulu sangirnir ljóðbandast av íslendskum ljóðblandara.
Høgni Reistrup gav í 2007 út fløguna Hugafar á ferð, og í 2010 Trý fet frá tilveruni. Nýggja fløgan verður á gøtuni í november.