Høgni skoraði sigursmálið

1.deild: Fyri fyrstu ferð í fimm dystir vann 07 Vestur í dag fulla úrtøku

Tað hevur verið striltið hjá 07 Vestur seinastu ferðirnar. Fýra ferðir á rað var liðið seinastu vikurnar farið av vøllinum uttan at vinna fulla úrtøku. Fyri viku síðani fór NSÍ úr Sørvági við 3-1 sigri, og tríggjar tær undanfarnu ferðirnar endaði tað javnt hjá 07 Vestur.

Í dag var B36 í Sørvági, og nú glapp hjá heimaliðnum á Dungasandi, sum vann 2-1.

Fimm minuttir undan steðgin legði Sandri Færø B36 framum, og ein minutt undan steðginum javnaði Solomon Kwao.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði heimaliðið sigursmálið. Málskjútti var liðformaðurin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur verið á vøllinum allar 1260 minuttirnar.

Hetta var annað málið hjá Høgna í ár.

Sigurin ber við sær, at 07 Vestur aftur er á uppflytingarplássi.

B36 er á áttanda plássi.