Høgni stevnir eftir 12 milliónum

Uni Patursson og HMP Consult verða stevndar eftir 12 milliónum fyri vánaligu projektleiðslu Tað visti Útvarpið hjá Kringvarpinum at siga í kvøld.

Sp/f Høgni Mikkelsen mátti fyri tíð síðani rinda stórt endurgjald til teirra, sum høvdu keypt raðhús, sum felagið hevði bygt við Løgmannabreyt.

Endurgjaldskravið kom, tí fleiri av húsunum høvdu trupulleikar av fukti, og kanningar vístu, at hetta stavaði frá, at jørðarbeiðið í samband við byggingina ikki hevði verið nóg gott.

Upprunaliga var tað Uni Patursson, sum stóð fyri hesum partinum av arbeiðinum, og seinni gjørdist Uni Partur av HMP Consult.

Húsaeigararnir fingu millum 300.000 og 550.000 kr. í endurgjaldi, og tað er hesin peningurin, sum nú verður stevnt eftir vegna vánaliga projektleiðslu, sigur Høgni Mikkelsen við Útvarpið.