Høgni Hoydal, varaløgmaður og undangongumaðurin í fullveldismálinum, trýr ikki upp á aðra semju í fullveldismálinum, enn hana, ið funnin verður í uttanlandsnevndini.
? Eg lati meg ikki skaka av tí, sum ávísir limir í ávísum flokkum í løtuni rópa upp í panikki. Eg gangi út frá, at uttanlandsnevndin arbeiðir seriøst, og trúgvi eg tí uppá, at nógv umtalaða breiða semjan verður funnin í uttanlandsnevndini.
Høgni Hoydal heldur tað, sum fólk í løtuni varta upp við í fjølmiðlunum um fullveldismálið, vera óseriøst.
? Rópst verður upp um, at tað er skeivt, at málið er latið uttanlandsnevndini í trúnaði. Hetta haldi eg bert verður gjørt fyri at hava okkurt at finnast at. Tað er heilt vist, at fólk eisini høvdu rópt upp um, at tað var skeivt, um uppritið ikki var latið í trúnaði.
? Men hóast ógvulsiga tosið, trúgvi eg enn uppá, at málið fær ein góðan enda. Vit skulu minnast til, at tað hvørki verða Trúgvi F. Guttesen ella Høgni Hoydal, ið koma at avgera lagnuna hjá føroya fólki.
Høgni Hoydal vísir á, at tað í fyrstu atløgu verða allir tinglimirnir og síðani alt føroya fólk, ið kemur at taka endaligu niðurstøðuna í fullveldismálinum.