Reykjavík er heitið á næsta staklagnum av nýggju fløguni hjá Høgna Reistrup, sum kom út fyri viku síðani.
Næsta staklagið av nýggju fløguni hjá Høgna Reistrup, Samrøður við framtíðina, er nú at hoyra á netinum.
Tónleikararnir á fløguni eru: Ísak Sambleben, Høgni Lisberg, Knút Háberg Eysturstein, Janus Kampmann. Janus Rasmussen hevur fremleitt fløguna, og hevur givið sangunum eina elektroniska kós.
Til ber at hoyra nýggja staklagið her:
Hetta er triðja fløgan hjá Høgna Reistrup. Í 2007 kom fløgan Hugafar á ferð á marknaðin. Í 2010 gav hann út fløguna Trý fet frá tilveruni, og nú er triðja fløga hansara komin á marknaðin.
Høgni Reistrup hevur útgávukonsert við bólki á Jolene Bar í Kjøtbýnum í Keypmannahavn leygarkvøldið 26. november kl. 21.00