Høgni vil koppa Óla

Tey seks feløgini kring høvuðsstaðin skutu í gjárkvøldið Høgna í Stórustovu upp sum nýggjan FSF-forseta. Soleiðis verður talan aftur um kampval, tá FSF hevur aðalfund

Fótbóltur

 

Tað verður sagt um nú fráfarandi cubanska forsetan, Fidel Castro, at hann hevur yvirlivað hundraðtals snigálop. Óli Holm hevur kanska ikki heilt upplivað slíkan ágang, men triðja aðalfundin á rað má føroyski fótbóltsovastin brynja seg út til kampval. Hetta tí tey seks høvuðsstaðarfeløgini - AB, B36, HB, Fram, NÍF og Undri – hava skotið Høgna í Stórustovu upp til sessin.

 

Triðja royndin

Tað var annars ikki gamalt við fleiri kandidatum til sessin. Torleif Sigurðsson, sáli, sum sat á formanspostinum í 21 ár, hevði ongan tíð nakað mótvalevni móti sær, og tá Dánjal Andreasen tók við eftir Torleif, hendi hetta eisini uttan atkvøðugreiðslu.

Men síðani hevur talan altso verið um kampval. Í 2004 var næstan ikki til at fáa greiðu á, hvør stillaði upp, tá talan fleiri ferðir gjørdist um eykaaðalfundir av ymsum slag. Men alt endaði so við, at Christian Andreasen tók dystin upp við Óla Holm. Tá mundu fleiri – ikki minst Christian Andreasen sjálvur – halda, at tryggu atkvøðurnar vóru nóg nógvar í tali.

Tað sama mundi Birgir Enghamar halda fyri tveimum árum síðani, tá hann stillaði upp til valdyst. Núverandi HB-formaðurin tóktist undan fundinum hava ein greiðan meirilutan, men tá atkvøðuseðlarnir vórðu taldir upp, stóð á jøvnum millum hann og Óla Holm. Og tá sitandi formaðurin bara ikki skuldi hava ein meiriluta ímóti sær, vann Óli á málstrikuni.

Hesa ferð verður talan so um triðju royndina at koppa Óla Holm. Og tað er merkisvert, at talan hvørja ferð hevur verið um uppskot úr Havnini. Hóast treytaleysi stuðulin til Christian Andreasen seinni varð broyttur, so var tað upprunaliga HB, sum tók stig til at skjóta Christian upp ta ferðina. Fyri tveimum árum síðani var tað Fram, sum formliga setti Birgir Enghamar í uppskot, og hesa ferð eru tað altso tey seks feløgini í og kring høvuðsstaðin, sum eiga uppskotið.