- Skal ein siga nakað um støðuna á arbeiðsmarknaðinum ,ní Starvsmannafelagið er í verkfallið, so haldi eg alt týða uppá, at úti í landsstýrinum veit høgra hond ikki hvat vinstra ger, sigur Edmund Joensen.
- Føroya Tele hevur fingið sáttmála, har er landsstýrið eigari, og landsstýrismaðurin á økinum má væntast at umboða og góðkenna. Samstundis førir annar landsstýrismaður ein heilt annan politikk yvir fyri Sarvsmannafelagnum. Tað tykist, sum er alt ikki samskipað, og tað vil siga, at ov lítið álvara er í løgmansuppgávuni.
Edmund vísir á, at alt hongur saman og veruleikin er, at løgtingsmenn hava lagt út við at hækka sína egnu løn. Hann sigur, at løgtingsmenn áttu at gingið á odda og verið fyrimynd.
- Samstundis er sáttmálin gjørdur við Føroya Tele, so vit kunnu illa vænta annað, enn at Starvsmannafelagið heldur seg hava eina góða sak, sigur Edmund Joensen í stuttari viðmerking.