UMP, flokkurin hjá Nicolas Sarkozy, forseta, vann stórsigur i fyrra umfari av tjóðartingsvalinum í gjár. Bert ein mánað eftir at fransmenn valdu høgramannin Nicolas Sarkozy til forseta, hava teir enn eina ferð víst flokki hansara álit.
Í fyrra umfari av tjóðartingsvalinum, sum var í gjár, fekk UMP so nógvar atkvøður, at flokkurin kann fáa millum 380 og 470 tingmenn, tá seinna umfar hevur verið næsta vikuskiftið. Saman við sínum stuðulsflokkum kann flokkurin tískil fáa 501 av teimum 577 tingsessunum.
Í løtuni hevur UMP 359 tinglimir.