Seinastu fýra árini hevur Føroya Handilsskúli á Kambsdali bjóðað út FHS fjarlestur. Nú verður tilboðið víðkað til eisini at umfata HH lærugreinar
FHS stakgreinalestur sum fjarlestur hevur verið stak væl móttikin og úrslitini hava verið góð, og tískil hevur skúlin saman við Mentamálaráðnum avgjørt at víðka um møguleikarnar.
Higartil hevur bert verið møguligt at taka FHS stakgreinir, men frá komandi skúlaári verður eisini møguligt at taka HH-stakgreinir. Í fyrstu atløgu verður møguligt at taka lærugreinirnar virkisbúskap og sølubúskap á b-stigi.
Handilsskúlin sigur í tíðindaskrivi, at fyrstu fýra árini hava víst, at stórur tørvur er á fjarlestrartilboðum. Millum 30 og 40 hava luttikið í hvørjari lærugrein, og úrslitini hjá næmingunum hava higartil ligið nakað omanfyri miðal.
Lesturin er farin fram sum blandingslestur. Dagliga frálæran er farin fram umvegis telduna og vælvirkandi First Class skipanina hjá KT-deplinum. Harafturat hava næmingarnir havt høvið at hittast saman við lærarunum tvær ferðir hvørja lestrarhálvu.
Fjarlestur er í stórari menning og útbúgvingartilboðini floyma yvir okkum. Skúlin metir tað hava týdning, at eisini hesin útbúgvingarmøguleiki verður mentur í Føroyum, so føroyingar eru førir fyri at veita føroyingum útbúgving við fjarlestri.
Treytin fyri upptøku á FHS er nøktandi 9./10. floksprógv og fyri HH nøktandi FHS prógv ella samsvarandi. Tað er ein fyrimunur at hava viðkomandi starvsroyndir og kunnleika til teld. Umsóknarfreistin er 12. juni