Hægri rentu og minni skatt

Altjóða Gjaldoyragrunnurin IMF heldur, at norðmenn eiga at rinda meiri rentu, men minni skatt av arbeiðslønini.

Robert Ford, sum er deildarleiðari í IMF, hevur júst verið í Noregi. Har hitti hann Kristin Halvorsen, fíggjarmálaráðharra, og aftan á fundin greiddi hann frá, at hann hevði givið henni tey ráð at hækka rentuna, at lækka skattin á arbeiðslønum og at tryggja, at norðmenn fáa nakað burtur úr teimum nógvu oljupengunum.

-Skatturin á arbeiðsinntøkum er sera høgur í Noregi. Ein lætti hevði verið tað rætta, og tað hevði eisini bøtt um kappingarførið hjá vinnulívinum, segði deildarleiðarin í IMF.

Men stjórnin í Oslo fer neyvan at lurta eftir tilmæli hansara. Talsmenn hjá stjórnini søgdu beinanvegin, at stjórnin heldur seg til tann politikk, sum hon hevur stungið út í kortið, og har er eingin skattalætti uppií.