Hægri skattur á íløgum uttanlands

Hóast vit nú hava fingið tvey íløgufeløg í Føroyum, so eru skattligu viðurskiftini hjá íleggjarunum enn ikki endaliga avgreidd

Sum nevnt í blaðnum í gjár, so rokna leiðslurnar í teimum báðum íløgufeløgum, sum eru á føroyska marknðainum við, at serliga smærri íleggjarar kunnu fáa stórar fyrimunir við slíkum feløgum.

Sum støðan er í løtuni, er tó ein stór forðing fyri, at íleggjararnir skulu fáa eitt nøktandi avkast úr íløgufeløgunum, nevnliga føroyska skattalógin.


Støðan er nevnliga tann, at ein møguligur vinninur av útlendskum virðisbrøvum verður skattaður væl hægri, enn um talan er um føroysk virðisbrøv.

Lóggávan hesum viðvíkjandi varð í sínari tið smíða, til tess at varveta sum mest av kapitali í Føroyum.

Nú er tó ein broyting ávegis hesum viðvíkjandi. Ein bólkur er settur, sum skal endurskoða alla virðisbrævaskattalógina, og verður hetta arbeiði ikki liðugt fyrr enn i heyst.


Einfaldari

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Sosialin, at talan í stuttum er um ein sonevndan vinnuskattareform.

- Endamálið við hesum er fyrst og fremst at gera lóggávuna á økinum einfaldari, tí sum er, er talan um eina rúgvu av ymsum reglum, sum eru galdandi á økinum, sigur landsstýrismaðurin.

Spurdur um ætlanin við hesum er ein liberalisering av økinum, svarar landsstýrismaðurin, at hetta er enn ikki tikin støða til.

- Í fyrsta umfari er bólkurin settur at endurskoða lóggávuna, soleiðis at hon kann gerast einfaldari. Tá arbeiðið hjá bólkinum er liðugt, fer politiska viðgerðin av málinum í gongd, og tá verður so støða tikin til millum annað tann spurningin, greiðir hann frá.

Sostatt er enn eingin avgerð tikin um, hvørt íløgur í útlendsk og føroysk virðisbrøv skulu skattast á jøvnum føti.


Mugu vera varin

Heldur ikki var lætt at fáa nakra greiða útmelding frá landsstýrrismanninum, tá vit spurdu hann, hvør hansara persónliga støða var í málinum:

Hann heldur, at vit eiga at vera ógvuliga varin við síkum liberaliseringum, tí føroyska samfelagið er somikið lítið og viðkvæmt. Hinvegin vísti hann eisini á, at vit heldur ikki kunnu læsa okkum úti frá umheiminum, men mugu fylgja við teimum altjóða streymum, sum eru.

Eisini vísti hann á, at komandi tíðin helst fer at viðføra stórar broytingar á økinum: -Ein møgulig oljuvinna fer eisini at hava sína ávirkan í hesum, og tí er í løtuni eitt sindur torført at gera eina greiða niðurstøðu hesum viðvíkjandi, sigur landsstyrismaðurin at enda.


Sum nevnt verður arbeiði hjá bólkinum liðugt einaferð í heyst, og hareftir fer politiska viðgerðin av málinum i gongd.

Líkt er tí ikki til, at nakrar broytingar henda hesum viðvíkjandi í hesum inntøkuárinum.r, tí at hann hevur kunnað smittað. Á sjúkrahúsinum hevur hann fingið heilivág, og sambært læknunum er eingin smittuvandi eftir at tann sjúki hevur fingið heilivág í 14 dagar, sigur Linda Guttesen

Fyri einari viku síðan, tá fullkomulig vissa var fyri, at hann ikki kundi smitta longur, varð Xiaobin Zhang útskrivaður, og týsdagin stóð hann aftur í kinesiska køkinum á Nan-Tong.