Skulu føroyskar vinnufyritøkur nú betala hægri løn til arbeiðsfólk, kann tað føra til at arbeiði verður til færri fólk.
Tað staðfestir Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum í tíðindunum á Rás2.
Hon hevur ikki so nógvar viðmerkingar til, tíðindini, vit bóru nú ein dagin um, at arbeiðarafeløgini hava gjørt av at siga sáttmálarnar upp, so at teir fara úr gildi á midnátt 30. apríl.
Arbeiðarafeløgini hava víst á, at keypiorkan er minkað og tað er lítið at ivast í, at krøv fara at koma um lønarhækkingar.
Ikki óvart á
Tað kemur ikki heilt óvart á stjóran í vinnuhúsinum, at arbeiðarafeløgini fara at krevja hægri løn.
Kortini hevur hon ikki hug til at gera tær stóru viðmerkingarnar til samráðingarnar, longu nú, áðrenn tær eru byrjaðar.
Men við Rás2 við staðfesti hon kortini, at sum støðan er í dag, verður tað sera tórført at ganga tí ynskinum á møti – fyri ikki at siga heilt ómøguligt.
- Vinnufyritøkurnar líða undir, at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum er fallin munandi og tað verður av álvara stríðst fyri at fáa endarnar at røkka saman, segði hon við.
Tíðindakvinnan á Rás2 vísti Maritu Rasmussen á, at í øðrum londum er tað komið fyri, at fakfeløg hava góðtikið at fara niður í løn fyri at varðveita arbeiðspláss og hon spurdi um vit eisini kunnu koma í eina støðu í Føroyum, har arbeiðsgevararnir fara at krevja, at lønin lækkar.
Heldur ikki tað vil stjórin í vinnuhúsinum gera viðmerkingar til.
Men hon staðfestir einaferð enn, at tað er ongin ivi um, at vinnufyritøkur hava tað tórført, tí eftirspurningurin eftir vørum og tænastum, bæði á føroyska og serliga útlendska marknaðinumer fallin og samstundis eru prísirnir falnir.
- Tað er ringt hjá fyritøkunum at fáa samanhang í raksturin, sigur hon.
Og hon leggur afturat, at hægri lønir kann føra til uppsagnir og økt arbeiðsloysi
- Hægri lønir kann føra til færri fólk í starvi og tað eru hesi bæði, sum skulu vigast upp ímóti hvørjum øðrum segði hon við Rás2.
Lønin hækkað munandi
Hon ásannar, at prísirnir eru hækkaðar, men hon vísir samstundis á, at seinastu trý árini er lønin hækka 9%-10%, so talan hevur verið um munandi lønarhækkingar
- Nú er støðan eitt heilt onnur og útgangsstøðið eitt heilt annað, staðfestir hon.
Hon sigur, at arbeiðsgevararnir fara nú at umhugsa, hvørji mál, teir fara at reisa í samráðingunum og at fyrireika seg til samráðingarnar annars. Og tá ið samráðingarnar byrja, verða krøvini so løgd fyri partarnar
Les eisini greinina: Sær rættiliga myrkt út