Hægst arbeiðsloysi millum ungar kvinnur

Tað eru kvinnur millum 25 og 34 ár, sum eru samfelagsbólkurin við størst arbeiðsloysi.

Í oktober var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,6%. Eftir kyni var tað 2,3% hjá monnum og 3,0% hjá kvinnum. Hetta er sama støði, sum hevur verið alt árið, har arbeiðsloysið hevur sveiggjað millum 2,6 og 2,9%. Í tali vóru tað tilsamans 730 persónar, 46 fleiri kvinnur enn menn.

 

Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður. Meðan tað fyri tveimum árum síðani vóru 198 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, var munurin fyri einum ári síðani 92 fleiri kvinnur og er nú aftur minkaður niður í 48.

 

Meðan arbeiðsloysið fyri øll tilsamans er 2,3% (ikki árstíðarjavnað), er tað størst í aldursbólkinum 25-34 ár við 4,0%. Men her er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí hjá kvinnum er tað við 5,5% dupult so stór sum hjá monnum við 2,8%. Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,8%, tað er ávikavist 1,4% hjá monnum og 2,1 hjá kvinnum. Við 2,4% hava tey elstu 55-66 ára gomlu umleið sama arbeiðsloysi sum miðaltalið fyri allar aldursbólkar tilsamans.

 

Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum. Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,6% og í Norðstreymi, Norðoya og Vága sýslum við 1,8%. Hægst er tað í Suðuroy við 3,4%. Har í millum eru Sandoyar sýsla við 2,2% og Suðurstreym við 2,7%.

 

Hetta er alt roknað fyri bæði kyn tilsamans. Men serliga í Eysturoy, Norðstreymi, Sandoyar og Suðuroyar sýslum er sera stórur munur millum kynini, tí har er arbeiðsloysið hjá monnum umleið helvtina av tí hjá kvinnum. Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 1,1%.