Á hægsta støði í altjóða høpi

Havnar Fysioterapi er partur av FysioFøroyar samtakinum, sum eisini fevnir um Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi, Sandoyar Fysioterapi og Vælveru Fysioterapi.

 

 

Teir, sum eiga og reka Havnar Fysioterapi, eru Klæmint Isaksen og Hjørleif Niclasen. Høvuðssætið er við Tinghúsveg 72 í Havn. Her eru góðir parkeringsmøguleikar, og her koma nógv viðskiftafólk á gátt gjøgnum ein langan dag. Virksemið hjá fyritøkuni er rættiliga umfatandi.

 

Hægsta støði í altjóða høpi

Í 2012 bleiv Havnar Fysioterapi góðkend sum McKenzie klinikk av McKenzie Institute International. Hetta krevur eitt nú, at í minsta lagi ein fysioterapeutur hevur fulla McKenzie útbúgving, Diploma in Mechnical Diagnosis and Therapy, stytt Dip.MDT. 

Umframt at Klæmint Isaksen hevur hesa útbúgving og er góðkendur klinikari í tí, sum kallast muskuloskeletal fysioterapi, so hava flestu av fysioterapeutunum á klinikkini McKenzie grundútbúgvingina Cert.MDT - ella eru í gongd við at taka hana. 

Hetta er eitt av prógvunum um, at Havnar Fysioterapi er á altjóða hægsta støði, tí McKenzie kanningar- og viðgerðarhátturin er ein tann mest viðurkendi og í serflokki best dokumenteraði mátin at kanna, sjúkuavgera og viðgera ryggja- og aðrar muskuloskeletalar trupuleikar uppá.  

Tað má sigast at vera sera heppið at hava eina tílíka klinikk í Føroyum, tí Havnar Fysioterapi er ein av 74 í øllum heiminum, harav fýra slíkar eru í Danmark.

 

Fólk við dyggum førleikum

Tey, sum manna fyritøkuna - Havnar Fysioterapi - eru fysioterapeutarnir, Klæmint Isaksen (Dip.MDT, Cert.Klinikari), Hjørleif Niclasen (MFE, Cert.MDT), Beinta Bendix Laursen (Cert.MDT), Jóan Magnus Lamhauge Dalbø (Cert.MDT), Trine Skov Eysturoy (UroGynObs), Petur Allan Klementsen og Turið Dyssegaard. Aftrat fysioterapeutunum, eru Eli Reynskor, fysiourgiskur massørur og Heidi Guttesen, klinikkskrivari.

Klæmint Isaksen sigur, at grundleggjandi útgangsstøðið hjá Havnar Fysioterapi sjálvandi er fysioterapi’in og haraftrat tær eftirútbúgvingar, sum starvsfólkini hava innan ymisk øki, eitt nú McKenzie Klassifikatiónssystemið, ítróttarfysioterapi, manuel osteopati, bólkavenjingar, gongulag skanningar, kokubotna viðgerðir og ymiskt annað, sum tey hava í konseptinum.

Skipað verður eisini fyri ymiskum venjingum fyri bólkar, og her eru fleiri bólkavenjingar fyri eitt nú rygg, krossband, sclerosu, GLAD-bólkar fyri knø og mjadnar, osteoporosu, og her eru almennar venjingar.

- Nakrir bólkar koyra ógvuliga regluliga og aðrir byrja og enda alt eftir, hvør tørvurin er. 

Klæmint Isaksen vísir á, at Havnar Fysioterapi í eini 20 ár hevur havt venjingar fyri fólk við krossbandsskaðum, og her hevur talan verið um venjingar og uppvenjingar - bæði fyri og eftir krossbandsskurðviðgerðir, bæði fyri ítróttarskaðar og aðrar skaðar á krossbond.

##med2##

- Slíkar venjingar eru altavgerandi, og tær fara fram við fáum fólkum í senn, soleiðis at tað alla tíðina verður tikið atlit til einstaka persónin sum venur. Sama er, tá talan er um knæskaða. 

Hann vísir á, at í ávísum førum kann úrslitið av hesum venjingum gerast so gott - fyri ætlaðu skurðviðgerðina - at skurðviðgerðin ikki gerst neyðug. Her er tað Beinta Bendix Laursen, sum seinastu mongu árini hevur tikið sær av venjingum av fólki við krossbandsskaðum.

Í stívliga 15 ár hevur Hjørleif Niclasen havt bólkar sum venja rygg, og hann hevur eisini havt almenna venjing fyri rygg, umframt at hann seinastu tíðina hevur havt GLAD-bólkar fyri knø og mjadnar. Hjørleif Niclasen er Master í Fitness and Exercise frá Syddansk Universitet, eins og hann er útbúgvin GLAD-venjari, sum tað verður rópt. 

 

Koku-og undirlívsvenjingar

Hjá Havnar Fysioterapi er tað Trine Skov Eysturoy, sum er serkøn í at kanna og viðgera koku og undirlív hjá kvinnum og monnum, eitt nú í samband við og eftir barnsburð ella sjúkur sum t.d. prostatakrabba. Trine Skov Eysturoy kannar og viðger eisini nýføðingar og smábørn við eitt nú torticollis og kraniuasymmetri.

- Hjørleif og eg hava í meira enn 15 ár fingist við gongulagskanningar og hartil hoyrandi kliniskar kanningar í samband við framleiðing av sergjørdum ortopediskum innleggum at leggja í skógvar. Vit kunnu gera 23 ymisk modell, soleiðis at vit kunnu vísa á rætta modellið við viðkomandi tillagingum til ymiskar skógvar og føtur. 

Havnar Fysioterapi hevur hjálpt ótrúliga nógvum fólkum við mongum ymiskum fóttrupulleikum - tað veri seg víðrygg, hælsporu, metatarsalgia, mortons neuroma, økulpínu, plattfóti, samanfallandi forfóti, trupulleikum við hælsinu-og framfótspútu, knøum og øðrum. Hesar viðgerðir eru egnaðar til fólk, sum eru úr 8-10 árum og uppeftir.

Hjá Havnar Fysioterapi fáast øll starvsfólkini nógv við ítróttarskaðar, og tað eru serliga Beinta Bendix Laursen, Jóan Magnus Lamhauge Dalbø, Hjørleif Niclasen og Klæmint Isaksen sjálvur, sum í nógv ár hava tikið eftirútbúgvingar innan hetta økið. 

- Vit hava regluligar innahýsis undirvísingar og luttaka javnan á altjóða skeiðum og ráðstevnum innan ymisk økir, sigur hann.

 

Alt frá topp til tá

Alt hetta er við til at seta Havnar Fysioterapi millum fremstu veitarar av sínum slag í altjóða høpi, og førleikarnir gera, at starvsfólkini eru sera dugnalig at kanna, útgreina og viðgera fólk við muskuloskeletalum trupulleikum, og her snýr tað seg um alt frá “topp til tá”, sum tikið verður til, bæði tá ræður um smærri og meira álvarsligar trupulleikar. 

- Um vit meta, at tað ikki er okkara borð, og sjúklingurin skal útgreinast neyvari hjá lækna fyrst - ella í triðja lagi, at viðgerðin hjá okkum ikki hjálpir nóg skjótt og væl, so senda vit fólk aftur til læknan, gjarna við einari frágreiðing frá okkum, sigur Klæmint Isaksen.

Hann vísir á, at tey allar flestu, sum koma til fysioterapi hjá teimum, eru ávíst av sínum kommunulækna ella øðrum serlækna. 

- Hetta hevur stóran týdning fyri tætta samstarvið millum okkum, læknarnar og sjúklingin. Við einari ávísing rindar Heilsutrygd 50 prosent av viðgerðarkostnaðinum og sjúklingurin hini 50 prosentini. Tað er tó eisini møguligt at koma beinleiðis til okkum, men tá tekur Heilsutrygd ikki við, leggur hann aftrat.

 

Eisini fysiourgisk massaga

Tað nýggjasta hjá Havnar Fysioterapi er, at nú er eisini møguligt at fáa fysiourgiska massagu. 

- Seinasta árið hevur Eli Reynskor, fysiourgisikur massørur,  arbeitt fyri okkum. Hann heldur til í hølum okkara í Vælveru Fitness á Hálsi í Tórshavn. Tíðir fáast hjá honum við at ringja á tlf. 312131 ella beinleiðis til Eli Reynskor á tlf. 581811. Hesum er Heilsutrygd tó ikki partur av.

Klæmint Isaksen vísir á, at fysioterapeutar í primera geiranum eru saman við kommunulæknunum við til - so vítt tað er gjørligt - at halda fólki úti av sjúkrahúsunum, soleiðis at tey, ið hava allarmest brúk fyri útgreinan og viðgerð har, sleppa skjótt framat. 

- Somuleiðis eru vit við til at hjálpa fólki, sum verða útskrivað frá sjúkrahúsunum, soleiðis at tey kunnu koma so gott og skjótt fyri seg aftur sum møguligt. Tí hevur tað eftir okkara tykki eisini stóran týdning at brúka fysioterapeutarnar í primera geiranum optimalt, leggur hann aftrat.