Høgu metalprísirnir gera at burturkast er gull vert

Metal-prísirnir eru tey seinastu árini fleirfaldaðir, serliga er tað búskaparliga framgongdin í Asiu, sum ger at eftirspurningurin er vaksin so nógv.

Men nú sær tað út til, at prísurin aftur er komin í eina fasta legu.

Tað at metalprísirnir eru so høgir, ger at burturkast, sum er kopar, aluminium og stál eisini hevur góðan prís, tí tað verður smeltað umaftur.

Sum dømi kann nevnast, at fyri eitt tons av burturkasti, kundi tú fyri fáum árum síðan fáa 5-600 krónur, fyri sama burturkast fæst í dag kr. 2000,-. Burturkastið kann t.d. vera gamlir radiatorar, súkklur og vaskimaskinur. Koparprísurin er himmalhøgur í løtuni, fyri eitt tons fæst umleið 8000 dollarar, fyri trimum árum fekst 3000 dollarar fyri somu nøgd.

Tað er eftirspurningurin í Asiu og har er serliga talan um Indiu og Kina, sum eru atvoldin til høgu prísurnar, sigur Casper Andersen frá Jyske Bank við blaðið Ingenøren.

?Tað er torført, at metu um útlitini, men eg rokni ikki við stórum prísbroytingum í nærmastu framtíð?, sigur Casper Andersen.

Hann vísir eisini á, at prísurin á aluminium er høgur, sum er grundaður á vaksandi bilídnaðin. Fyri trimum árum síðan kostaði eitt tons av aluminium um 1700 dollarar, sama nøgd kostar í dag meira enn 3000 dollarar.