##med2##
Tað var strævið at hyggja eftir seinastu løtuna, men tað bar heim. Føroyar fingu hesaferð ein góðan javnleik á Malta, ið gevur okkum bólkasigurin í bólki 1 í Nations League Deild D, og saman við Gibraltar frá bólki 2 flyta vit upp í Nations League Deild C.
Talan er um fyrstu kapping A-landsliðið vinnur síðani 1991. Tá vunnu vit oyggjaleikirnar á Álandi. Ein kapping vit ikki hava kappast í síðani.
Tað sá svart út tá Guillaumier legði Malta á odda 1-0 í 54. minutti.
Men vit fingu eitt ótrúligt útjavnandi mál. Soleiðis orðaði Jóannes Hansen seg um málið á in.fo fyrr í kvøld: - Níggju minuttir, eftir at hann varð skiftur inn, skoraði Ári Mohr Jónsson eitt tað týdningarmiklasta málið, sum føroyingar hava skorað í fótbóltslandsdysti.
Uppspælið var fínt. Frá sentrala miðvøllinum í høgru til Gilla Rólantsson, sum spældi fram til Sølva Vatnhamar. Hann hevur so mangan á landsliðnum átt upplegg til mál við innleggi úr høgru, og soleiðis var tað eisini í kvøld.
Sølvi legði flatt í brotsteigin, har Ári Mohr Jónsson var púra blankur við handara stólpa, tá ið hann setti bóltin í málið. 1-1 og harvið høvdu Føroyar aftur kós ímóti bólkasigrinum.
Tað endaði 1-1. Vit enda á 12 stigum, Malta endar á níggju stigum. Talan er um stigamet hjá bæði Føroyum og hjá Malta í einari altjóða fótbóltskapping í UEFA ella FIFA-høpi. Lettland vann 5-0 í Andorra, og endar á sjey stigum. Andorra endaði ballið hjá sær við seks gulum kortum og einum reyðum, og endar aftast við tveimum stigum.
Øll samanumtøkan hjá Jóannesi kann lesast HER
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá báðum málunum í studionum hjá FM1 í Krosslíð í Havn.
2) Hoyr samrøðuna vertirnir hjá FM1 gjørdu við landsliðsvenjaran, Håkan Ericson sum staðfestir, at hann er ein sera eydnusamur maður nú aftaná at hava vunnið bólk 1, og harvið uppflyting til Nations League Deild C. Håkan viðgongur, at tað var ikki tann vakrasti sigurin, men hann er fegin um stríðsandan og hugburðin, og hann greiðir frá, at ætlanin var, at javnleikurin skuldi verjast heim ta seinastu løtuna.
Malta - Føroyar 1-1 (0-0)
1-0: Guillaumier 54.
1-1: Ári Mohr Jónsson 70.
Dómari. Kristo Tohver (Estland)
Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson (Bartal Wardum, 87.), Jóannes Bjartalíð (Ári Mohr Jónsson, 61.) – Klæmint A. Olsen (Hilmar Leon Jakobsen, 81.), Meinhard E. Olsen (Heðin Hansen, 87.)