- Fyri at bøta um ferðslutrygdina, eiga politikarar eisini at umhugsa at hækka aldursmarkið fyri bæði at taka koyrikort og at keypa rúsdrekka, upp í 21 ár.
Tað heldur Benny Ejdesgaard, koyrilærari.
Hann sigur, at ein amerikansk kanning vísir, at verður aldursmarkið at keypa rúsdrekka, hækkað upp í 21 ár, slepst undan heilt nógvum ferðsluvanlukkum við rúsdrekka uppi í.
- Tað kundi verið vert hjá politikarunum at kanna eftir, um tað sama er galdandi her hjá okkum og øll tiltøk, sum kunnu føra við sær, at ferðsluvanlukkurnar verða færri, eru avgjørd verd at umhugsa, sigur koyrilærarin.
Somuleiðis heldur Benny Ejdesgaard, at aldursmarkið at taka koyrikort, skuldi verðið hækkað upp í 21 ár.
- Tá er størri møguleikin fyri, at ungdómar hava fingið ringastu øðina úr kroppinum og eru stillaðir nakað. At koma beinleiðis av skutara í tvey ár og í bil, er eitt ov stórt lop og øll vita, hvussu buldrasligir teir ungu bilførararnir kunnu vera og tað eru eisini teir, sum elva til nógvar vanlukkur.
Hámarksferðin broytast
Annars tekur Benny Ejdesgaard fult undir við, at promillumarkið verður sett niður á 0,2 og at tað verður eitt krav, at øll skulu sita í trygdarbelti.
Men hann heldur eitt tað samstundis er vert at umhugsa at broyta hámarksferðina hjá stórum bilum.
- Sum er, kunnu lastbilar og aðrir stórir bilar, koyra 70 kilometrar um tíman og tað er tað ringasta, sum er, tí persónbilar kunnu koyra 80.
- At lastbilar koyra 70 og persónbilar 80, ger, at yvirhálingar gerast óneyðuga drúgvar og sostatt eisini óneyðuga vandafullar. Tí er ein møguleiki, at lastbilar antin ikki skulu hava loyvi at koyra meiri enn 60, tí tað ger tað nógv skjótari og vandaleysari at yvirhála.
Hin møguleikin er, at lastbilarnir eisini sleppa at koyra 80, tí so verður tað óneyðugt at yvirhála.
- Men tað, sum er allarmest neyðugt, er at fáa eina koyritekniska breyt, har bilførarar undir tryggum umstøðum læra at koyra í hálku og á vátum vegi og læra, hvussu bilurin uppførir seg í ymsum líkindum, leggur hann afturat.
Sjálvir hellur hann til tað seinasta, tí vegirnir eru so góðir í dag, at tað ber til hjá tungum bilum at koyra 80 næstan allastaðni. Har líkindi ikki eru til tað, ber tað so til at lækka ferðina við skeltum.