Í uppskotinum fyri løgtingsfíggjarlóg fyri komandi ár leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, upp til, at vegskatturin hækkar við umleið eini helvt. Hetta fer at geva landskassanum eina meirinntøku upp á okkurt um 25 milliónir krónur. Henda hækking rakar øll, ið eiga bil, og tað verður ikki tikið hædd fyri, um tú koyrir 10.000 ella 50.000 kilometrar árliga.
Brennievnið kann ístaðin hækka eina krónu
Í ár verður mett, at landskassin fær umleið 52 milliónir inn í vegskatti, meðan fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár sigur ein inntøku upp á 77 milliónir.
Um henda meirinntøka hjá landskassanum heldur varð fingin inn við at leggja hægri avgjald á brennievni, hevði tað merkt eina príshækkan upp á umleið 96 oyru fyri liturin.
Hetta hevði havt við sær, at útreiðslurnar hjá bileigarunum høvdu hækkað í mun til, hvussu nógv bilurin verður nýttur.
Sum tað sæst á døminum aðrastaðnis á síðuni, eru tað tey, ið hava langan veg til og frá arbeiði, sum kunnu fegnast um, at landsstýrið hevur valt at leggja størri avgjald á vegskattin heldur enn á brennievni. Tey fáa somu hækkan sum allir aðrir bilførarar.
Hjá teimum, ið ikki nýta bilin nógv, hevði tað loyst seg betur, um avgjaldið var lagt á brennievnið ístaðin.
Eingin sparing í umsiting
Í sambandi við kjakið um hækkaðan vegskatt í mun til hægri avgjald á brennievni, hevur tað verið ført fram, at tað kanska hevði verið eitt hugskot at strika alt tað, sum eitur vegskattur, og ístaðin fingið allan tann peningin inn umvegis brennievnið.
Um so var, hevði tað merkt ein hækking í brennievnisprísinum upp á nærum tríggjar krónur fyri liturin, og tað hevði neyvan fallið í góða jørð hjá bileigarunum.
Tað er Akstovan, ið umsitur alt tað, ið hevur við vegskatt at gera, men um vegskatturin var strikaður, hevði hetta ikki merkt nakað sum helst sparing í umsiting, sigur Hans Jacob Stenberg, deildarleiðari á Akstovuni. Hann sigur, at tað bert er eitt hálvt starv, ið burtur av tekur sær av vegskatti, so í tí stóru heildarmyndini ger tað ongan mun.