Í løtuni eru sjey ísfiskalínuskip til fiskiskap undir Føroyum. Øll skipini fiska tosk og hýsu, og tey fáa eisini eitt sindur av longu og brosmu. Línuskipini hava góðan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ísfiskalínuskipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Lagt verður aftrat, at fýra frystilínuskip eru á Flemish Kap, og eitt frystilínuskip er undir Føroyum. Á Femish Kap eru Klakkur, Kambur, Stapin og Eivind, og Ågot er undir Føroyum.
- Streymurin verður harður alla næstu viku, og veðrið verður skiftandi. So, vit rokna ikki við nógvum útróðri. Men, útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.