Maria Sveland, Bitterfissen, Modtryk, 2008
Einaferð var altjóða kvinnudagurin ein stríðsdagur. Nú hevur hann meir dám av at vera ein minningardagur – í øllum førum, um tú lesur teir tankar, svenski høvundurin, Maria Sveland gjørdi sær, tá hon fór undir at skriva bókina Bitterfissen:
- Í byrjanini var ætlanin, at Bitterfissen skuldi vera ein reportagubók um hjúnarbandið og kærleiksmytuna. Eg las allar bøkurnar frá 1970’unum, sum funnust at hjúnarbandinum, og eg øvundaði frælsa tíðarandanum og undraði meg yvir, hví vit í mínum ætttarliði gifta okkum meir kirkjukonservativt enn nakrantíð. Og yvir, hví brúdleyp eru vorðin ein milliardaídnaður ...
So eg fór til Danmarkar at hitta mína stóru fyrimynd Susanne Brøgger. Tað var hon sum segði, at ”Tveysemið er eitt slag av skipaðum ólivaðum lívi”.
Men nú sat Susanne Brøgger har, nøgd í sínum trygga hjúnarbandi, so eg fór nipin heimaftur og helt á at undrast.
Snýtt og beisk
Úrslitið var bókin Bitterfissen, ið er um Saru, sum er 30 ár og longu beisk. Veruliga beisk. So ein kaldan januardag letur hon mann og barn vera eftir og fer til Tenerife. Við sær á ferðini hevur hon bókina Fear of flying – kvinnuklassikaran hjá Erica Jong frá 1970’unum
Sara lesur og leingist. Droymir, at hon er Erica Jong ella ein av øllum hinum kvinnunum, sum høvdu tað nógv stuttligari enn hon, tordu at gera uppreistur móti familjuni og uttan fyrilit tveittu seg út í leys forhold og øll rúsevnini.
Sara kennir seg snýtta og beiska, tá hon hugsar um allar kvinnurnar, ið eins og hon, verða drenaðar fyri orku í familjufongslinum. Tað var ikki soleiðis, tað skuldi vera. Hon droymdi jú bara um kærleikan, líka sum øll onnur.
”Meðan Erica Jong kundi mogga sum henni lysti, ganga í terapi, taka rúsevni á veitslum, vera vinstrasinnað og við í eini stórari, feitari kvinnurørslu, mátti eg vera tannáringur í teimum anti-feministisku og ræðsluslignu 80’unum, har alt var myrkablátt, sjálvt mascaran”
Men árið er 2005, og við ræðslu ásannar Sara, at hon leingist meir eftir at sova eina heila nátt enn eftir eini heitari nátt saman við einum tilvildarligum manni.
Umaftur
Bakperman á Bitterfissen vil vera við, at bókin torir at seta allar teir truplu spurningarnar um kærleika, javnstøðu og tað at vera foreldur.
Og eg, sum helt, at vit hava sett hasar spurningarnar nakrar ferðir fyrr.
Hinvegin, kanska fingu vit ongantíð nakað veruligt svar. Og kanska er tað júst tí, spurningarnir mugu setast umaftur altjóða kvinnudagin fyri líkasum at geva teimum eina eyka tyngd.
Ella eisini er Bitterfissen bara ein nostalgisk endurminning í skaldahami, sum eins væl kundi itið Áh, kvinnurørsla.
Bókin kemur út í morgin, men eitt drúgt brot kann lesast á www.modtryk.dk