Hálkan var ikki orsøkin…

Vetursins fyrsti kavi kom um vikuskiftið – so passaliga væl hóskandi, nú jólatrø vórðu tendrað, og jólahald hildin ymsa staðni kring landi.

Hóast greiðar ávaringar, so er vetursins fyrsti kavi eins stórur hvøkkur hjá summum, sum lundi á jólanátt. Hetta hoyrdu vit løgregluna greiða frá í morgun, tá politirapportin var á breddanum í útvarpinum. Fólk minnast ikki til at skøða sær bilin, og tí er sama skilið á hvørjum ári, at alt ov nógv óhapp henda – har tað ikki er hálkan sum hevur skuldina, men beinleiðis kleyvarskapur, tí fólk fara út at koyra í vána líkindum, hóast bilurin ikki er skøddur, og tað tí í roynd og veru ikki ber til at koyra eftir umstøðunum.

Kjakið um píkar í mun til vetrardekk ella lamelldekk er frammi á hvørjum ári. Vit verða helst ikki samd um hendan spurning – sum kortini meira er ein umhvørvis- og heilsuspurningur, enn ein spurningur um pengar úr kommunukassum til nýtt asfalt.

Tað eru meira enn tríati ár síðani, at Dánjal Pauli Danielsen, landsstýrismaður, sum forrestin fyllir 90 ár mikudagin, kom við uppskotinum um at banna píkum. Hetta skapti mikla orrustu, og hann fekk eyknevnið Píka-Dánjal. Hann skeyt upp, at vit við lóg bannaðu píkum. Sama kjakið er frammi enn, men lítið eru vit komin víðari.

Tað er sjálvandi trygdin, sum skal í hásæti, tá vit tosa um ferðslu. Nógv átøk eru gjørt, men tað skerst ikki burt, at tað er hin einstaki bilførarin, sum hevur størstu ábrygdina fyri, at vit kunnu ferðast trygt í bilferðsluni. Spurningurin um píkar ella ikki píkar er sekunderur í hesum spurninginum. Fleiri ferðir er staðfest, at bilar við lamelldekkum klára seg eins væl. Í Føroyum hava vit eisini so fáar kavadagar, og tað elvir sjálvandi til, at vit hava nógvar bilar sum koyra við píkum á kava- og frostfríum asfalti, og tá er trygdin heldur ikki í hásæti.

Higani skulu vit bara minna á, at hálkan ongantíð í sær sjálvum er orsøkin til óhappið, men at viðkomandi ikki koyrdi eftir umstøðunum. Tað er bilførarin, sum er orsøkin, tí hann koyrdi bilin. Latið okkum leggja okkum tað í geyma – ferðslutrygdini at frama.