Hóast DMI segði frá lýggjari veðri í kvøld og í nátt, so er framvegis kalt og hálkuávaring um alt landið. Mátararnir hjá Landsverk siga, at tað er hált og upp í 25 m/s á Gjáarskarði.
Tað er hálkufráboðan í Klaksvík, á Viðareiði, á Kambsdali, í Runavík, við Norðskálatunnilin, á Tjørnuvíkarvegnum, í Kollafirði, á Høgareyni, Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum, í Kaldbaksbotni, í Hvalba og á Porkerishálsi.
DMI sigur annars, at í nátt verður 10 - 15 m/s, skýggjað og avfall, fyri tað mesta sum regn. Seinni klárnar av vestri, tó við einstøkum ælum. Hitin veksur í nátt til millum 3 og 6 stig.
Í morgin verður stívt andøvgsul upp í hvassan vind av vestri, 10 - 15 m/s, sum seinni út á dagin snarar í ein útnyrðing, og minkar til 5 - 10 m/s. Skiftandi skýloft og einstøk æl, um náttina partvíst sum kavi ella vátakavi. Hitin um dagin millum 3 og 7 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.
Mikudagin veksur hann vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 - 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s við enn harðari hvirlum. Um náttina minkar vindurin. Skiftandi skýloft við kavaælum. Hitin millum 3 hitastig og 3 kuldastig, kaldast um náttina.