»Kvinna« hevur fingið arkitektin Magnus Hansen til at innrætta Høllina á Hálsi í besta New Yorkara stíli til Sex and the City tiltakið fríggjakvøldið
Við reyðum løbara sum fyrsta blikkfang er Høllin á Hálsi veruliga riggað til, nú stóra Sex and the City tiltakið stendur fyri framman.
Ein verulig lounge er sett upp, eins og cocktail-bar er riggað til, har til ber at fáa rættar New York cocktails.
Fyrsta tíman fyrigongur alt á fyrstu helvtini av høllini. Eitt catwalk og ein pallur verður settur mitt eftir reyða rennaranum. Á hesum pallinum verður eitt sensuelt móta show við undirklæðum, Budam fer at syngja sínar freku sangir, og Samantha á Hvítanesi alias Jákup Veyhe fer at undirhalda við Sex and the City skemti.
Eftir hetta verður lítli pallurin tikin niður, og dansurin við On the Radio og Mrs Duplo byrjar á stóra pallinum á hinari helvtini av høllini.
- Tað er eingin ivi! Tú hevur ongantíð fyrr sæð høllina á hálsi stílaða sum til Sex and the City tiltakið. Øll ljósútgerðin hjá Ljóðtøkni verður tikin í nýtslu. Tað fer at geva eitt óvanligt upplivilsi, sigur Barbara Samuelsen, blaðstjóri á Kvinnu.